Øðrvísi bók um Hvannasunds kirkju
Nøkur fakta um bókina ”Ljósið á Oyruni” - Hvannasunds kirkja 75 ár
Fleiri spennandi og øðrvísi søgur sermerkja bókina um kirkjuna í Hvannasundi – kirkjan á Oyruni
13. november í ár eru liðin 75 ár, síðani kirkjan í Hvannasundi varð vígd.
Henda hátíðardagin ætlar kirkjuráðið at gera væl burturúr, við fleiri ymiskum tiltøkum. Eitt av hesum tiltøkum er útgávan av eini bók, sum lýsir kirkjuna frá tí degi, ið tekningin til kirkjuna var gjørd, og til dagin í dag.
Í bókini, sum ber heitið "Ljósið á Oyruni", verður greitt frá tíðini, tá arbeitt var við at útvega fígging og fáa fólk at byggja kirkjuna í 1948. Hóast væl var fyrireikað, tók tað mong ár til kirkjan varð vígd fyri 75 árum síðani, í 1949.
Heitið á bókini sipar til stóra, klára og lýsandi krossin, sum stendur á kirkjuhúsinum, og sum sæst speglast í Sundinum, tá myrkt er.
Rithøvundurin, Snorri Brend hevur, eftir áheitan frá kirkjuráðnum, skrivað bókina, sum hevur 168 síður.
Tók prestin upp á ryggin
”Ljósið á Oyruni” hevur nógvar spennandi og forvitnisligar søgur um kirkjuna, kirkjufólkið og týdningin av at hava eina kirkju fyri bygdirnar Hvannasund og Norðdepil.
Høvundurin ger nógv burturúr at tosa við kirkjufólkið – altso tey, sum gera brúk av kirkjuni. Í bókini sleppa omanfyri 20 teirra at greiða frá týdninginum av hesum.
Ein teirra tekur soleiðis til:
”Havi eg ikki verið í kirkju ein sunnumorgun, so er tað ikki ein rættur sunnudagur fyri meg.”
Kirkjutænararnir vísa eisini sína ábyrgd og tíð at røkja alt tað, sum ein kirkja krevur. Prátað verður eisini við nakrar av hesum kirkjutænarum. Ein teirra, sum hevur verið organistur her frá tí hann var smádrongur, verður ofta spurdur um tað ikki er strævið at skula møta upp í kirkjuni sunnudag eftir sunnudag.
- Eg plagi heldur at venda hesum spurninginum við. Og so kann eg bara spyrja meg sjálvan: ”Hvat hevði tú gjørt ein sunnumorgun, um tú ikki skuldi spæla til eina gudstænastu?” Hetta er fínasta slag, og er nakað sum eg gleði meg til!”
Fleiri áhugaverdar søgur eru í bókini, millum annað um mannin sum mátti taka prestin upp á ryggin og bera hann inn í kirkjuna, tí sjógvur fløddi kring kirkjuna. Og um deknin, sum misti alla innsavningina úti í storminum, soleiðis at peningaseðlarnir fuku í allar ættir.
Áhugaverdar samrøður
”Ljósið á Oyruni” lýsir bæði tað ið farið er, og tað ið koma skal, og eisini tá virksemið í kirkjuni byrjaði.
Sjálvan vígsludagin var keðiligt veður, og fólk óttaðust fyri, at teir bodnu gestirnir úr Havn og Klaksvík, bæði próstur og varaløgmaður, ikki fóru at koma fram, tí heglingsæl og høgætt við 15 m/s herjaðu gjøgnum sundið.
Samrøða er við kvinnuna, sum var doypt sama dag sum kirkjan var vígd. Hetta hendi, hóast prósturin ikki vildi hava barnadóp ein slíkan vígsludag, meðan mamman helt uppá sítt og vildi at hetta skuldi verða so. Og tað varð so, sum hon ætlaði.
Prátað verður eisini við 88 ára gamlan mann, sum var fyrsti unglingi í bygdini, ið var konfirmeraður í kirkjuni. Hann hevur enn tað Nýggja Testamentið, sum hann fekk frá prestinum og sum hann hevur lisið dúgliga í líka síðani.
Týdningurin av tilhoyrandi kirkjuhúsinum verður ikki gloymdur. Hetta er ein savningarstaður fyri alt bygdarfólkið, og er við sínum lýsandi krossi ein tigandi tala um Jesus, sum ljós heimsins.
Tiltøk gjøgnum vikuna
Í samband við 75 ára dagin hevur kirkjuráðið í Hvannasundi skipað fyri fleiri ymiskum og spennandi tiltøkum.
Skráin:
Mánadagin 11. november: Barnagudstænasta
Mikudagin 13. november: Bókaútgáva ”Ljósið á Oyruni” - um virksemið í kirkjuni í 75 ár
Hósdagin 14. november: Konsert við lokala bólkinum "Brandar"
Leygardagin 16. november: Ungdómsgudstænasta
Sunnudagin 17. november: Hátíðargudstænasta - Hvannasunds kirkja 75 ár
Les taluna hja Jóanes Purkhús her.