Skriva út
Jóhannes Passiónin, stórverk hjá J. S. Bach
Jóhannes Passiónin, stórverk hjá J. S. Bach |
Jóhannes Passiónin, stórverk hjá J. S. Bach, verður framførd av Passiónskórinum og orkestri, undir leiðslu av Ólavi Hátún, saman við solistum. Framførslurnar eru: Leygardagin 11. nov. kl. 16.00 í Fuglafjarða kirkju Sunnudagin 12. nov. kl. 16.00 í Vesturkirkjuni. Solistarnir eru úr Føroyum, Svøríki og Íslandi og vit fáa her høvi at hoyra solosang og orkesturspæl á høgum altjóða støði. Rúni Brattaberg hevur sangrolluna sum Jesus Føroyingurin Rúni Brattaberg hevur við síni bassrødd, rættuliga tikið seg fram innan opera í altjóða høpi og fingið stóra viðurkenning – eitt satt bragd. Hann hevur sína útbúgving frá Opreraskúlanum á Sibelius Akademinum í Helsinki og í Zurich. Hevur sungið sum gestasolistur á heimskendum operapallum saman við heimskendum dirigentum og hugtekur áhoyrarar og umælarar um allan heim. Í løtuni starvast hann á Oper Leipzig. Rúni Brattaberg fekk mentanarvirðisløn landsins í 2016 fyri sítt mentanarliga avrik, at skapa list á høgum støði. Martin Vanberg hevur sangrolluna sum Jóhannes evangelistur Martin Vanberg er úr Svøríki og telist í dag ímillum fremstu tenorar í Norðanlondum; Hann hevur serligan tokka til nútíðar og barokktónleik. Og barokktónleikur er júst tónleikurin hjá Bach. Hann hevur sína tónaleikaútbúgving frá Danska Opera Akademinum og hevur konsertir runt um í Europa, eins og hann eisini hevur sungið í USA og Avstraliu. Martin Vanberg syngur sum Jóhannes evagelistur, sum telist ímillum vakrasta recitatións tónleik, ið er skrivaður. Tórbjørn Rúnarsson syngur tenorariurnar Torbjørn Rúnarsson er ein av fýra solistum úr Íslandi. Hansara sangskrá fevnir um barokktónleik og hevur ofta verið solistur í Jóhannes Passiónini. Eisini dyrkar hann nútíðar tónleik. Hann fekk undirvísing í Íslandi frá Sigurði Demetz og W. Keith Reed og hevur sungið í Íslendsku Operaini og runt um í Íslandi. Torbjørn Rúnarsson var ein av stigtakarunum til “The World Youth Choir” og luttók í tí frá 1989 – 1992. Andri Bjørn Róbertsson syngur bassariurnar Íslendski bass-bariton sangarin Andri Bjørn Robertsson fekk sína sangútbúgving, fyrst í heimlandinum undir Ólof Kolbrún Harðardóttir og síðani í London. Ein onnur kvinna ið stendur aftanfyri hansara sangútbúgving er eingin mætari enn Kiri Te Kanawa. Undir so kønum hondum er hann væl kjølfestur sum sangari. Hann arbeiðir sum solistur runt um Europa bæði í opraum og kirkjutónleikaverkum. Hann hevur fingið eina røð av viðurkenningum. Andri Bjørn Róbertsson var í 2015 semifinalistur í altjóða kappingini “Queen Sonja International Music Competition”. Hallveig Rúnardóttir syngur sopranariurnar Hallveig, sum eisini er úr Íslandi, er ein gamal kenningur í føroyskum sanghøpi. Hevur fleiri ferðir áður verið í Føroyum sum solistur, tá ið stórverk hava verið á skránni. Hennara alskur er serliga til renesansu og barokktónleik. Hon er útbúgvin í Reykjavik og London og ein nógv umbiðin solistur bæði í Íslandi og uttanlands; eisini sum lieder sangari. Hallveig Rúnarsdóttir vann í 2013 íslendsku sangkappingina í klassiskum sangi fyri rolluna Michaela í Carmen. Hildigunnur Einarsdóttir syngur altariurnar Íslendska Hildigunnur er mezzo-sopran og útbúgvin í Reykjavik, Berlin og Utrecht. Hon hevur eisini, sum fleiri av solistunum, mangan áður verið solistur í Jóhannes Passiónini av Bach, eins og øðrum klassiskum verkum. Hon hevur haraftrat frumfarført fleiri samtíðarverk av íslendskum tónasmiðum og sungið saman við Íslendska Symfoniorkestrinum. Hildigunnur Einarsdóttir var í 2014 í uppskotið at vinna íslensku sangkappingina fyri klassiskar sangarar. |