Skriva út

Stuðul

Føroya Stiftsstjórn hevur heimild at lata fíggjarligan stuðul til endamál sum á einhvønn hátt fremja kirkjuliga lívið í Føroyum.

Stuðul

  • Stuðul kann latast til endamál, sum fremja kirkjuliga lívið her í landinum, og sum hava týdning fyri kirkjuna sum heild.
  • Stuðul kann latast til útbúgving, sum kann lyfta kirkjulívið fakliga.
  • Stuðul kann latast til skeiðsvirksemi, sum kann lyfta kirkjulívið fakliga.
  • Stuðul kann í ávísum føri lastast til endamál sum fremur kirkjuliga lívið millum føroyingar búsitandi uttanlands.

Avmarkingar
Stuðul verður ikki latin til:

  • Uttanlandsferðir
  • Politisk endamál

Føroya Stiftsstjórn tilskilar sær rættindi at gera undantøk frá hesum reglum, um mett verður neyðugt.

Umsóknin
Umsóknin skal lýsa umstøðurnar, sum søkt verður stuðul til, og hvussu endamálið fremur kirkjuliga lívið í Føroyum ella millum føroyingar uttanlands. Fíggjarligur leistur skal fyriliggja.

Til ber at søkja Føroya Stiftsstjórn um fíggjarligan stuðul við at senda umsóknina til stift@folkakirkjan.fo

Viðgerð av umsóknum
Umsóknir verða viðgjørdar á fundi hjá Føroya Stiftsstjórn 4 ferðir árliga:
mars, juni, september, desember.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum