fæst í tí prestagjaldi, har barnið er doypt og skrásett sum føtt. Er barnið doypt aðrastaðni, enn har tað er skrássett sum føtt, ber til at fáa dópsbræv í báðum støðum.
Skjøl og váttanir
Dópsbræv verður latið í samband við dóp. Navnabræv verður latið í samband við navnagávu. Vígslubræv verður latið í samband við vígslu.
Er neyðugt við nýggjum skjali, kann tað fáast við at venda sær til sóknarprestin, sum hevur kirkjubøkurnar um hendi, ella kirkjuskrivstovuna, har ið kirkjuskrivstova er.
Hetta sama er galdandi, tá ið fólk vilja hava t.d. enskt ella danskt dópsbræv, navnabræv ella vígslubræv.
Flestu prestar hava ikki skrivstovutíð, og fólk kunnu tí í høvuðsheitum venda sær til teirra nær sum helst á degnum, sí upplýsingar um samband her. Har kirkjuskrivstova er, eru skrivstovutíðir at finna á heimasíðunum Hoyvíkar kirkja - Havnar kirkja - Vesturkirkjan - Christianskirkjan.
Dópsbræv
Navnabræv
Fæst, har barnið er navngivið og skrásett sum føtt. Tað eigur at verða navngivið, har ið tað er skrásett sum føtt. Vígslubræv fæst við at venda sær til prestin ella kirkjuskrivstovuna í tí prestagjaldi, har ið vígslan fór fram.
Tey, sum eiga børn, ið eru skrásett sum fødd og doypt ella navngivin í øðrum landi, og vilja hava nýtt dópsbræv ella navnabræv, mugu venda sær til myndugleikarnar í tí landi, har ið tænastan fór fram. Tað sama er galdandi tey, sum eru hjúnavígd í øðrum landi, tá ið tey vilja hava nýtt vígslubræv.
Deyðsváttan
(í samband við ávísar pensjónir, búgvi o.s.fr.) fæst við at venda sær til prestin ella kirkjuskrivstovuna, har ið viðkomandi er jarðaður og ella var skrásettur at búgva.