Skriva út

Ársaðalfundur hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir Hetta vikuskiftið heldur Felagið fyri kirkjuráðslimir sín árliga aðalfund

Ársaðalfundur hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir Hetta vikuskiftið heldur Felagið fyri kirkjuráðslimir sín árliga aðalfund.jpg

Aðalfundurin byrjar fríggjakvøldi 03. mars, kl. 19.30 við almenna fyrilestrinum "Luther - í orði og myndum", sum Jákup Reinert Hansen, lektari og prestur, fer at halda í Smæruni, sum er í hølum Starvsmannafelagsins í Havn. Fyrilesturin verður hildin í sambandi við, at í ár er Luther-ár. 500 ár eru liðin síðan Martin Luther negldi sínar 95 setningar á hurðina í Wittenberg. 

Leygardagin verður sjálvur aðalfundurin í Hoyvíkar kirkju við eitt nú formansfrágreiðing og pallborðsorðaskifti, har m.o. landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Rigmor Dam, fer at taka lut. Orðaskiftið verður um støðuna í fólkakirkjuni, nú 10 ár eru liðin, síðan hon varð yvirtikin í 2007. 

Eftir aðalfundin verður døgurði fyri kirkjuráðslimunum í Skúlanum við Løgmannabreyt. 
Hetta er seinasta skeiðið hjá núverandi kirkjuráðum, tí 7. november í ár verður aftur kirkuráðsval. 

Í sambandi við aðalfundin kemur málgagn felagsins Kirkjutíðindi út í tveimum útgávum. Onnur er ein serútgáva um Luther, og hin er ein vanlig útgáva við m.a. formansfrágreiðing. Hans Jacob Lamhauge, Lamba, er formaður í Felagnum fyri kirkjuráðslimir. 

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum