Skriva út

Forlagið Føroyskt Kirkjumál

Føroyskt Kirkjumál1.png

Føroyskt Kirkjumál er stovnað við løgtingssamtykt í 1934, og skal geva út lesnað og annað, sum er gagnligt til kirkjuligt arbeiði.

Allar útgávur hjá Føroyskum Kirkjumáli fáast til keyps í bókabúðunum kring landið og í Bókamiðsøluni á Hjalla 7 b, FO-100 Tórshavn, tel. +298 31 37 56.

Skrivstovan hjá Føroyskum Kirkjumáli er skrivstovan hjá dómpróstinum
J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn, tlf. 31 24 36 ella 31 19 95  T-postur: un@kirkjan.fo

Skrivari er: Jórun Johannesen, tlf. 23 73 24

Føroyskt Kirkjumál er stovnað við løgtingssamtykt í 1934, og skal geva út lesnað og annað, sum er gagnligt til kirkjuligt arbeiði.

Tað fyrsta, sum Føroyskt Kirkjumál gav út í 1934, var Altarbókin. Síðan hevur Føroyskt Kirkjumál givið út lestrabøkur, ritualbók, sálmabøkur, lagsøvn til sálmabókina og annan lesnað. Føroyskt Kirkjumál skal m.a. syrgja fyri, at sálmabøkur altíð eru tøkar í føroysku kirkjunum.

Føroyskt Kirkjumál fær árligan stuðul á løgtingsins fíggjarlóg.

Í nevndini í Føroyskum Kirkjumáli eru: Zakaris Svabo Hansen, lektor í føroyskum, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, sum eru vald av Mentamálráðnum, og Uni Næs dómpróstur, sum er fastur limur og formaður.

Les um Føroyskt Kirkjumál
Vís meira
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum