Skriva út

Biskupaembætið

Biskupurin er ovasti kirkjuligi myndugleikin í fólkakirkjuni. Biskupur er formaður í Føroya Stiftsstjórn.  Hann hevur eftirlitið við prestunum og kirkjuráðunum í stiftinum. Biskupurin gevur prestunum loyvisbræv (kollats) at virka sum prestar, og eingin kann gerast prestur í fólkakirkjuni uttan loyvisbræv frá biskupi. Hann skal eisini síggja til, at próstar og prestar í tænastu síni halda seg til trúarjáttan evangelisk-luthersku fólkakirkjunnar, og at teir fylgja fyriskipaðu gudtænastuskipan og ritualum fólkakirkjunnar.


Kirkjuliga lóggávan letur í ein vissan mun biskupinum upp í hendur at taka avgerðir í ávísum málum. Tað er litið biskupinum til at skipa alla prestatænastuna í stiftinum. Í ávisum førum gevur lóggávan biskupinum myndugleika at geva undantaksloyvi, eitt nú hvat fyriskipanini um konfirmatión viðvíkur.


Biskupurin er í ávísum førum eisini kærumyndugleiki; til dømis skulu kærur um kirkjuráðsval fyrst leggjast fyri biskupin.

Skrivstovan hjá biskupi

Føroya Stiftsstjórn

J. Paturssonargøta 20

FO-100 Tórshavn
T-postur: stift(at)kirkjan.fo

Telefonnr.:  31 19 95

Upplatingartíðir:

Mánadag - hósdag frá kl. 10.00 - 15.00
Fríggjadag frá kl. 10.00 til 14.00

Telefontíð:

Mánadag - hósdag kl. 09.00 - 15.00
 fríggjadag frá kl. 09.00 - 14.00