Skriva út

"MARTIN LUTHER Í ORÐI OG TÓNUM"

Í sambandi við, at vit í ár hátíðarhalda, at 500 ár eru liðin síðani reformatiónina, verður kór- og sálmakvøld í Christianskirkjuni sunnukvøldið 30. apríl kl. 20.00. Kórið í Christianskirkjuni fer at framføra løg til sálmar hjá Martin Luther, og nakrir felagssálmar verða eisini sungnir. 
Stutt hugleiðing verður um sálmarnar, ið verða sungnir. 
Litturgur verður Hanus á Gørðum. 
Aftaná konsertina er ein drekkamuður í kirkjukjallaranum. 

HJARTALIGA VÆLKOMIN TIL KÓR - OG SÁLMAKVØLD Í CHRISTIANSKIRKJUNI SUNNUKVØLDIÐ 30. APRÍL KL. 20.00". 

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum