Skriva út

Aðalfundur byrjaði við ungdómsgudstænastu

29.03.2025 Tíðindi
20250328 JJH0390 Enhanced NR

Í hesum døgum hevur Felagið fyri Kirkjuráðslimir aðalfund í Salti á Drelnesi. Felagið hevur havt økisfund í Suðuroy áður, men hetta er fyrstu ferð, at aðalfundurin er í Suðuroy.


Dagbjørt Ó. Hansen er forkvinna í felagnum:

"Tað er altíð spennandi at luttaka á aðalfundum, tí tá hittast lokal kirkjuráð at samtala um felags mál. Vit hava øll okkara dagliga at takast við, og tað eru lokal mál, ið fylla gerandisdagin. Tí er bæði gott og neyðugt hjá kirkjuráðslimum, at hoyra um tað sum hendir aðrastaðni. Ja, er til íblásturs fyri okkum øll."

Aðalfundurin hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir verður vanliga hildin leygardag, og soleiðis var eisini hesa ferð. Felagið hevur í arbeiði sínum í 2024 og 2025 lagt dent á børn, ung og barnafamiljur. Tí varð heitt á Ann Hermansdóttir studentaprest, um at hava eina ungdómsgudstænastu fríggjakvøldið undan aðalfundinum.

Løtan í Tvøroyrar kirkju var serstøk. Góð hundrað fólk, nógv av teimum ung, høvdu leitað sær í vøkru kirkjuna. Lokali bólkurin Tonika sang so sera vakurt, og Ann hevði eina fangandi prædiku fyri ungum og gomlum.


Ann hevði til løtuna útvegað sær lørift, sum hon gjøgnum prædikuna málaði á. Hon talaði m.a. um tann kross, ið varð ristur yvir andlit og bróst við dópin, men sum gjøgnum eitt lív kann kámast burtur av øllum møguligum.
Stuttligt var at síggja, hvussu bæði ung og gomul lenaðu seg framyvir, fyri at fylgja við hvussu listaverkið tók skap.

Aftaná varð borðreitt við drekkmunni. 

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum