Sergudstænasta - Hvannasunds kirkja 75 ár
Her er talan, sum Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, helt í sambandi við 75-ára dagin hjá Hvannasunds kirkju tann 17. november:
Góðu øll somul!
Eg fari fyrst av øllum at nýta høvið at ynskja øllum hjartaliga til lukku við Hvannasunds kirkju, nú hon fyllir 75 ár. Við gleði og takksemi kunnu vit hátíðarhalda, at orðið um Guðs kærleika og náði hevur ljóðað í hesum halga húsi síðan 1949, fólkinum her í Hvannasunds kirkjusókn til signingar, gleði og troystar. Hetta er ein stórur dagur her í sóknini, ja, hjá øllum, ið hava tilknýti til hesa kirkju og eru góð við hana. Latið okkum ein dag sum í dag eisini hava tey í huganum, ið gingu undan og stríddust fyri at fáa kirkju bygda á hesum staði, tí tað kravdi sanniliga áhaldni, treiskni og strev frá bæði kvinnum og monnum.
Tíðin stendur ikki í stað, siga vit mangan, og rætt er tað! Heldur ikki við atliti at eini kirkju ella kirkjuligum arbeiði stendur tíðin í stað. Í dag er so mangt øðrvísi, enn tað var fyrr. Samfelagið er grundleggjandi broytt, vegakervið er útbygt, heimurin er broyttur, vit hava allar teir sosialu miðlarnar, og fortreytirnar at virka sum kirkja eru eisini broyttar, hóast boðskapurin enn er hin sami. Tessvegna er tað alneyðugt, at vit eru ein viðkomandi kirkja í okkara tíð. Tíðirnar broytast, men gleðiboðskapurin er tann sami enn í dag. Hann broytist ikki, men er altíð viðkomandi. Tað er henda gleðiboðskap um Jesus Kristus, sum kirkjan er sett í heimin at boða, eisini Hvannasunds kirkja. Neyðugt er, at vit sum kirkja gera gagn av teimum hentleikum og teirri tøkni, sum nýggja tíðin hevur at bjóða okkum. Eingin orsøk er at seta ljósið undir skeppuna, men heldur eiga vit við áræði og dirvi at møta okkara tíð við gleðiligu tíðindunum um Jesus Krist.
Gjøgnum alla vikuna hava tiltøk verið her í kirkjuni til fólk í øllum aldrum (alt sera væleydnað og hugaligt at vera vitni til), og ber tað boð um eitt livandi og eitt ríkt kirkjulív á staðnum. Sum prestur á staðnum fegnist eg stórliga um alt hetta.
Her eiga tey syrgjandi at fáa troyst. Tey stúrandi og máttleysu at fáa áræði og styrki til dagin. Tey, sum eru bangin og nívd, eina vissu um, at tey eru elskað av Guði og fevnd av hansara kærleika. Tey tystandi at verða leskað av Guds keldum. Ja, her eiga øll fólk at verða møtt við virðing, kærleika og umsorgan. Sálarinnar djúpasti longsul at verða mettaður av orði og sakramentum.
Hvør er tað, sum býður hetta? Jú, hann ið er kirkjunnar Harri, Jesus Kristus. Tað er honum, kirkjan er sett at tæna og at vera lýðin, og tað er hansara sinnalag, ið eigur at verða endurspeglað í øllum virki kirkjunnar.
Flyta vit okkum 76 ár aftur í tíð, so var eingin kirkja í Hvannasundi. Tá var tað kirkjan á Viðareiði, ið var sóknarkirkja í bygdunum, sum í dag hoyra til Hvannasunds kirkjusókn: Hvannasund, Norðdepil, Depil, Múla og Norðtoftir. Ólagaligt var at ganga út til Viðareiðis í kirkju sunnumorgnar. Skuldi barn berast til dópin, ella skuldu tvey ganga saman í hjúnalag, so var Viðareiðis kirkja sóknarkirkjan hjá fólkinum her. Tá komið var inn í 20. øld, var fólkatalið í Hvannasundi vaksið nógv, og fólkið hevði tí eitt brennandi ynski um at fáa kirkju bygda her í Tronganum.
Men tilgongdin skuldi vísa seg at verða drúgv og sera trupul. H.C.W. Tórgarð, arkitektur, hevði tekning klára longu í 1933. Men síðan hendi nógv á altjóða pallinum: búskaparkreppa var um allan heimin í tríatiárunum, og í 1939 brast seinni heimsbardagi á. Kirkjuráðið hevði í tveimum umførum sent umsókn til Løgtingið um at fáa kirkju bygda í Hvannasundi. Í svarinum frá Løgtinginum stóð tann 12. novembur 1943, at hóast viljin var til staðar, so vóru fíggjarligu umstøðurnar ikki tær røttu at byggja kirkju júst tá.
Tann 24. apríl 1948 var arbeiðið at byggja kirkju í Hvannasundi loksins boðið út í Dimmalætting. Men hvat hendi? Eingin bjóðaði upp á arbeiðið! Men nú var bíðað nóg leingi, og endin var, at sundafólk sjálvi fóru undir arbeiðið at byggja kirkju. Fyri stoypiarbeiðinum stóð Niels í Buð. Fyri timburarbeiðinum stóðu Meinhard Poulsen og Jóannes Christiansen, ið var av Kirkju. Saman við teimum vóru sjálvandi ein hópur av fólki, sum á so ymiskan hátt hjálptu til við arbeiðinum, so dreymurin um eina nýggja kirkju kundi gerast veruleiki.
Hin 13. november 1949 var nýggja kirkjan í Hvannasundi loksins vígd av Jákupi Joensen, prósti, heili sekstan ár eftir, at H.C.W. Tórgarð hevði gjørt tekningarnar. Hetta var sjálvandi ein hátíðardagur í Hvannasundi, og fólk gleddu seg til kirkjuvígsluna, tá kirkjuklokkan umsíðir kundi kalla fólkið saman um Guðs orð og bøn.
Síðan 13. november 1949 hevur gudsorðið ljóðað í hesum húsi, og higar hevur fólkið leitað bæði í gleði og sorg, í ljósum sum í døprum døgum. Her hevur "ja"-orðið ljóðað, tá brúðarpør hava staðið fyri altarinum spent og lívsglað, tá konfirmantarnir hava játtað sína kristnu trúgv, og tá ið dópur hevur verið. "Ja"-orðið, sum tá hevur ljóðað, er eitt afturljóð av Guðs "ja"-orði til okkara: at vit eru elskað av honum og fáa lut í øllum hansara gávum við trúnni á hann. Við syni sínum sigur hann okkum eitt óvikandi "ja": "Ja", tú ert barn mítt! Tú ert mín! Eg haldi tær í mínum hondum!
"Ljósið á Oyruni" eitur nýggj bók, sum Snorri Brend hevur skrivað um Hvannasunds kirkju í sambandi við 75-ára dagin. Sum kristin eru vit kallað at vera ljós í heiminum. Hetta sama kallið ljóðar eisini til kirkjuna um allan heimin: At vit lýsa upp. At vit eru við til at fløva og hita. Veita menniskjum ugga og troyst. Ljósið ger nakað gott við okkum, serliga tá ið lívið kann kennast okkum tungt og trupult. Jesus Kristus er heimsins ljós, og tað er hann, ið er miðdepilin í allari kirkjuligari boðan, eisini her í Hvannasunds kirkju. Gævi at ljósið frá honum kann skína umvegis hesa kirkju og øll tey, ið higar leita, víðari út í okkara samfelag, út í heimin og út til okkara medmenniskju.
Stóra tøkk eiga øll tey sum á so mangan, ymiskan hátt hava verið og eru um kirkjuna. Tey eru so mong í tali, at óhugsandi er at nevna nøvn. Uppgávurnar eru so nógvar og ymiskar í eini kirkju sum Hvannasunds kirkju, og uttan heitar hendur og eitt gott felags stev ber stutt sagt ikki til at hava eina kirkju sum hesa. Í dag - anno 2024 - eru mong fólk, ið framvegis er um kirkjuna á so mangan hátt. Tað veri seg við atliti at tiltøkum av ymiskum slagi til børn, ung og vaksin umframt alt annað virksemi eisini. Stóra tøkk eiga tit, øll somul! Tykkara trúfesti og áhaldni kveikir eitt bjartskygni innan í mær, ið sigur, at ljósið á Oyruni - Hvannasunds kirkja - eisini fer at vera ein lýsandi viti og ein griðstaður hjá komandi ættarliðum.
Fáar kirkjur í Føroyum munnu hava so vakra staðseting sum Hvannasunds kirkja. Serliga vøkur er hon um kvøldarnar, tá ið veðrið er gott, og tann lýsandi krossurin á Kirkjuhúsinum speglast í Sundinum. Hesin krossur er í sjálvum sær sum ein altartalva, ið ber fólkinum, sum her býr og øllum øðrum við, boð um, at tann krossfesti og upprisni Jesus Krist enn í dag er heimsins vón og gleði. Henda boðskap lata vit ljóða aftur í dag her í Hvannasunds kirkju, og gævi hann eisini fer at ljóða, so leingi menn og kvinnur búleikast her, so leingi børnini renna húsanna millum, á bøi, í haga og í fjøru, so leingi lívið, við øllum tess brigdum av gleði og sorg, viðgongd og mótgongd, stuttleika og álvara, verður livað her, her millum tey høgu fjøllini í Tronganum.
Hjartaliga til lukku við kirkjuni, øll somul!
Amen!