Olaf Magnussen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Olaf Magnussen hevur altíð havt samband við kirkjuna. Hann kemur úr einum kirkjuheimi og gekk í kirkju við abbanum og í sunnudagsskúla í missiónshúsinum. Olaf er varaskúlastjóri við Tofta skúla og hevur verið í skúlanum, síðan hann kom aftur til heimbygdina eftir lokna læraraútbúgving í 1988. Hann er føddur tann 27. mars 1963.
-Fyri meg er tað ikki sunnudagur, uttan at eg havi verið í kirkju. Mær dámar væl formin. Beint áðrenn, at nýggja kirkjan varð vígd, varð leitað eftir nýggjum deknum. Eg varð spurdur og segði ja. Eg kendi tað sum eina æru at tæna kirkjuni. Vit eru tríggir høvuðsdeknar og ein tiltaks.
-Mín fyrsta gudstænasta, har eg læs lestur var í Nes kirkju, var 29. mai 1994. Hetta var Trinitatissunnudagur. Hetta hevur verið ein gevandi tíð fyri meg andaliga. Nú eru nógvar lestrarbøkur at velja í millum, eg havi tíggju standandi og eg velji oftast tær, sum prestar hava skrivað. Leikmansprædikur hava í mínum eygum lyndi til at vera breiðari. Prestar duga betri at halda seg til evnið, fylgja einum tráði. Viðhvørt sigur ein lestur mær nakað beinanvegin. sigur Olaf Magnussen.
-Deknarnir her hjá okkum velja sálmarnar. Eg brúki nógva tíð upp á at fyrireika meg. Lesi lestrarnar ígjøgnum, áðrenn eg fari í kirlju og vil altíð vera betýss. Fyri meg er tað gott at vera í kirkjuni, har friður er. Eg fyrireiki meg í sinninum eisini. Eg havi verið glaður fyri hesa tænastu og Ernst Hansen var hollur í ráðum fyrstu tíðina. Nøkur koma í kirkju væl undan gudstænastuni og seta seg at njóta friðin.
-Eg velji ein lættan sálm, sum gongur væl til fyrsta sálm. Tað lyftir gudstænastuna upp við einum sálmi sum brúsar og somuleiðis við útgangssálminum. Deknar hava álitisstørv í kirkjuni, eitt nú havi eg gjørt vaktarskipanina fyri hinar kirkjutænararnar.
Olaf er giftur við Hansinu, tey eiga tvey vaksin børn, Ove og Rósa og trý barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.