Fríðrikskirkjan
- des22FríðrikskirkjanFríðrikskirkjan, kl. 11.00, Lestur
- okt5FríðrikskirkjanFríðrikskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Ovi Brim
2025
Í nógv ár ynsktu fólk í Nes kirkjusókn at fáa eina nýggja kirkju, av tí at gamla kirkjan var vorðin ov lítil. Longu í seksti árunum varð arbeitt við at finna rætta plássið at byggja hana á.
Í 1983 varð kirkjuskattur innførdur í sóknini og varð allur peningurin avsettur til at byggja kirkju fyri. Í 1991 bleiv arkitektakapping útskrivað til nýggja kirkju, ið Høgni W. Larsen, arkitektur vann.
Dómsnevndin metti uppskotið hjá Høgna at vera stílreint og í tráð við gamlan føroyskan byggisið. Tað varð valt fram um 28 innkomin uppskot.
Kirkjan varð bygd í 1992 – 94. Hesi árini vóru merkt av ringastu fíggjarligu tíðum, ið hava verið í Føroyum, og tí var sera trupult at savna og reisa pening at byggja fyri. Kirkjuráðið stóð sjálvt fyri byggingini og vóru tað at kalla einans fólk úr kirkjusóknini, sum luttóku í byggingini.
Byggileiðari varð settur, og alt arbeiðisfólkið lat 20% av síni arbeiðstíð ókeypis til byggingina, og fyrisitingin var ókeypis. Hetta gjørdi byggingina væl bíligari, enn hon annars vildi verið og tá kirkjan var liðug, varð samlaði kostnaðurin uml. 16.1 mill. kr.
Kirkjan varð vígd til nýtslu fyrsta sunnudag í advent, hin 27. november 1994, og vóru uml. 1000 fólk til vígsluna.
Kirkjan rúmar 400 fólkum í skipinum, og 100 á loftinum. Til serlig tiltøk rúmast enn fleiri fólk. Kirkjan hevur sera góðan akustik og verður hon tí ofta nýtt til konsertir og onnur tónleika tiltøk. Kjallarahæddin er liðugt útbygd við einum høvuðsrúmi, har tað rúmast uml. 250 fólk til borðs.
Harumframt er góður og vælútgjørdur køkur, og tí verður kjallarahæddin nógv brúkt til størri tiltøk, m.a. ervir. Høli kann eftir tørvi skildrast sundur við faldihurðum til smærri hølir, ið verða nýtt til konfirmantfyrireiking, sangvenjing, og hugnaløtur í samband við kirkjulig tiltøk.
Í 2003 fekk kirkjan nýtt pípuorgul við 29 stemmum, ið felagið P. G. Andersen & Bruhn A/S bygdi, og er samlaði kostnaðurin á kirkjuni nú um 21.0 mill. kr.
Kirkjan fekk navnið Fríðrikskirkjan eftir Fríðrik Petersen, ið varð borðin í heim í Saltnesi í 1853 og var próstur á Nesi frá 1900 til 1917. Fríðrikkur sat bæði á løgtingi og var landstingsmaður í mong ár. Umframt hetta var hann eisini dugnaligt skald. Millum kendastu sálmarnar hann yrkti eru “Gleðilig jól”, og “ Tíðin rennur sum streymur í á”. Eisini týddi hann “Faðir vár” til føroyskt.
Fríðrikskirkjan varð bygd á Heygum, omanfyri fýrin á Garðsenda, og har sæst og hoyrist hon at kalla um alla kirkjusóknina, og stendur sum eitt eyðkennismerki fyri økið.
Kirkjusóknin: Nes, Saltnes, Toftir og Æðuvík.
Kirkjuráðið