Mary-Ann Anthoniussen

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Mary hevur verið deknur í Húsavíkar kirkju síðan 2020. Hon er fødd 9. september 1989.
-Eg byrjaði í februar og læs tvær ferðir áðrenn koronafarsóttin byrjaði. Síðan havi eg lisið ofta og rokni meg enn sum ein nýbyrjara, sigur Mary-Ann Anthoniussen.
-Gumma mín, Eisinbjørg Clementsen var deknur og formaður í kirkjuráðnum. Hon bað meg ofta, men eg hevði ikki stundir. Eg var undir læraraútbúgving. Systir mín traðkaði til sum deknur, tí Eisenbjørg orkaði ikki meira einsamøll, sigur hon.
-Eg má viðganga, at eg var eitt sindur nervøs tær fyrstu ferðirnar eg stóð á kórsgáttini, men nú gongur betri. Eg kenni ikki deknastarvið sum eina plikt, hetta er nakað eg gerið av áhuga. Eg lesi nógv upp á, tá eg skal lesa lestur í kirkjuni. Eg byrji longu mikudag og síðan lesi eg einaferð um dagin fram til sunnudagin, sigur hon.
-Eg havi fingið tíðaravmarkað starv sum lærari í Skopunnar skúla. Eg byrjaði á læraraskúlanum í 2013. Síðan fór eg í barsil við tveimum synum og at enda gjørdist eg eisini liðug við læraraútbúgvingina. Vit eiga trý børn og tey eru eisini partur av kirkjuliðnum, sigur hon.
-Eg gekk í kirkju sum barn og fall frá í ungdómsárunum og nú eri eg aftur virkin í kirkjuni. Eg sakni tey ungu í kirkjuni í dag, men hjá teimum er tað so mangt annað, sum lokkar, sigur hon.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.