Húsavíkar kirkja
Tann kirkjan, ið nú stendur í Húsavík, er vígd í 1863.
Meistari fyri grótarbeiðinum var Magnus Jacobsen, Hósvíks-Magnus kallaður. Meistari fyri timburarbeiðinum var Magnus Olsen í Koytu á Sandi. Kollfirðingar skulu eisini hava verið við til at byggja kirkjuna.
Tummas við Á sigur frá, at fyrst tóku teir grót upp í Varða inna fyri Grótgerði, men grótið var ringt, og tí varð farið oman á Magnusarbakka, har alt grótið varð heintað. Grótveggurin er hálvaðru alin tjúkkur. Súsanna í Skumpitoft segði frá pápa sínum Hanusi, at farið var undir arbeiðið á leypársmessu, og longu ein mánað seinni, á mariumessu, skuldi vera liðugt at laða.
Í juli mánaði bað byggimeistarin um, at kirkjan skuldi standa eitt ár. Orsøkin var, at landnyrðingshornið fekk ongan botn. Teir drivu tí trø niðurí, so langt sum teir fingu tey, koyrdu grót niðuryvir og settu veggin á. Kirkjan stóð so eitt ár. Síðani varð farið undir timburarbeiðið. Tá ið teir settu sperrurnar á, vildi veggurin skjótast útav. Syllin helt ikki, hóast hon var 18 tummar breið og 8 tummar tjúkk. Niels L. Arge á Argjum, gjørdi tí reiðskap til at spenna saman við: tvær langar stengur og tvær stórar plátur. Enn sæst hvussu saman er bundið við jarni út í veggin.
Uttan var kirkjan 27 alin long og 15 alin breið. Klæmint á Granda vildi hava kirkjuna so stóra, at Sands kirkja kundi standa inni í henni. Kirkjan er takt við nævur og flag.
Hin 7. september 1863 boðaði bygginevndin frá, at kirkjan var liðug at víga og taka í nýtslu.
Hin 13. september 1863 varð Húsavíkar kirkja vígd av Djurhuus prósti.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]
Kirkjusóknin: Húsavík og Skarvanes.
Kirkjuráðið