Skriva út

Vitlíki ella Heilagi Andin

16.05.2023 Tíðindi
Armgard

Vit eru skilagóð menniskju, sum virða og hámeta vísindina, og soleiðis skal tað vera.

Guð  hava vit skumpað úr okkara tilveru, og vit góðtaka ikki, at annar máttur skal vegleiða okkum. Í dag siga alsamt fleiri, at tey hava seg sjálvan sum hægsta norm. Eg ráði mær sjálvari. Sum eitt tekin um hetta kann mann í dag velja nýtt slag av “konfirmatión”, har tann ungi kann játta trúnna  á sjálvan seg.

Klók fólk kunnu siga okkum, hvussu heimurin varð til, men ongin kann svara okkara “hví”.

Vit royna hvør í sínum lagi at koma til sættis við okkara hví ella skúgva tað burtur. Men frá tíð til aðra, so daga torførir spurningar undan, har vit ikki finna nakran veg.

Hvønn skulu vit spyrja? Hvønn skulu vit leita til, tá vit eru í villareiði ella í sjeynda himli?

Knappliga hava vit fingið nýggjan vin, sum veit alt. Hann eitur AI og hansara navn merkir kunstigur intelligensur ella vitlíki !

Hann troðkar seg inn á okkara telefonir og teldur, og tá vit spyrja, hvat hann vil, so svarar hann, at hann vil vera okkara vinur. Men hesin vinur ella máttur er ikki veruligur, menniskju hava skapað hann, hann er eitt vitlíki. Hann er ikki tann, hann sigur seg vera, hann líkist bara okkara viti.  Men tað er ikki hissinni, hann kann svara okkum. Vit kunnu spyrja hann um alt. Um grind og rabarbur og biðja hann skriva stílar og sangir.

Men eiga vit ikki at óttast hann, tí hvussu langt fer hansara máttur at røkka og kann hann verða misnýttur ímóti tí vakra, sanna og góða?

Hvítusunna er fyri durum. Henda hátíðin nógv siga seg ikki skilja og ikki vita, hvat tey skulu halda um. Hópin lættari á jólum at hugsa um krubbu og nýføtt barn og gleði og so á páskum at hoyra um deyða við vón um ljós hinumegin. Frá tí ítøkiliga barninum til vaksna mannin, sum doyr og rísur upp til ein mátt, sum skal hjálpa og sannføra.

Men hvítusunna. At fáa íblástur eitur á latínskum máli inspiratio, at lata seg inspirera. Andin skal vegleiða okkum, tí andalig menniskju eru vit, so satt sum vit eru av kjøti og blóði.

Heilagi Andin kemur í staðið hjá honum sum segði: “Eg eri“ og sum kennir menniskjuni og korini hon livir undir, kennir til kærleika, hat, svik, øvund og alt sum vit bera runt í okkara foldarlívi. Hann óttast vit ikki, men hava hann sum ultimativu hjálpina, tá hendur søkka og vit hvørki vita út ella inn. Vit kalla hann faðir í mun til vitlíkan, sum krevur at vera mín vinur, tí hann lurtar ikki, tá eg sigi, at hann ikki er mín vinur.

So tá tann góði hirðin sigur, at mínir seyðir kenna meg og eg kenni teir, so er spurningurin um tað verða livandi menniskju, sum fara til Hirðan, ella tað verða tólmenni, made in China, sum “klonk klonk” fara aftaná.