Vit verða væl kunnað um alt
Millum tey mongu, sum leygardagin vóru við til skeiðsdagin, ið fólkakirkjan skipaði fyri á Hotel Føroyum, var 75 ára gamli kaldbaksmaðurin, Petur Nolsøe, sum bæði er klokkari og kirkjuráðslimur í Kaldbak.
– Eg havi verið klokkari í meira enn hálvtrýss ár samanlagt, men havi okkurt tíðarskeið verið burturfrá. Nú eru vit fýra klokkarar, so tað er meira høgligt, tí eg skal bara ringja eina ferð um mánaðin. Og í kirkjuráðnum havi eg nú sitið í nøkur og tjúgu ár, greiðir hann frá.
Sum øll hini, vit hittu seinnapartin leygardagin á Hotel Føroyum millum tey hálvttriðjahundrað skeiðsfólkini, var Petur fegin um høvið at hitta onnur, ið starva innan kirkjunnar gátt, tí – sum hann tekur til – so læra vit, so leingi vit liva, sum gamla orðatakið sigur.
– Tað er óført, at vit kunnu hittast soleiðis. Vit úr Kaldbak vóru eisini við, tá ið skeið var í novembur. Eisini tað var ein ógvuliga góður dagur, og tá mátti eg taka orðið og takka bispi, sum hevur fingið alt hetta í lag, sigur Petur og vísir á, at tað var øðrvísi fyrr.
– Eg nevndi tá, at nú hevði hann fingið broytt alt til tað betra, tí vit verða øll kunnað væl og virðiliga um tað, sum fer at henda og hendir í kirkju. Øðrvísi var, tá ið kirkjan var á donskum hondum, tí tá hendi einki. Nú er altíð okkurt nýtt á skránni, sum vit eisini fáa at hoyra um.
Dagføra Kaldbaks kirkju
Kaldbak er við 244 íbúgvum ikki av størstu bygdum og gamla kirkjan frá 1835 er heldur ikki av teimum størstu ella nýggjastu. Men fyri tað skulu somu uppgávur røkjast har sum í teimum størru kirkjunum, og kaldbaksfólk eru eisini góð við sína kirkju.
– Tað gleðiliga er hent í seinastuni, at meira fólk er farið at ganga í kirkju enn fyri nøkrum árum síðani. Ein orsøk er kanska, at prestarnir eru oftari her, nú vit hava fingið ikki færri enn tríggjar góðar prestar, sigur Petur Nolsøe.
– Kirkjuráðið hevur samtykt at gera vesi, men har er fíggingin ikki komin upp á pláss. Tað gongur nakað seint, tá ið so nógv myndugleikar eru uppií, og ein trupulleiki er kloakkin, tí tá ið vit fara at grava, mugu vit frammanundan vita, hvar onkrar av kirkjunum undan hesari vóru, so vit ikki órógva fornminni.
Petur Nolsøe sigur, at tey í Kaldbak hava gjørt nokk so nógv við kirkjuna, so hon er í rímiligum standi, men at enn er eftir at fáa gjørt nakað við ljósviðurskiftini, sum ikki eru góð. Hann sigur, at ein myrkan vetrardag um jóltíðir kann vera í so myrkt í kirkjuni, og tá er tað ikki so lætt hjá teimum, ið ikki hava góð eygu.
– Eitt annað, vit hava ætlanir um, er eitt kirkjuhús, sum er gott at hava í sambandi við ervi, jarðarferðir og annað, umframt til fundir og sovorðið. Gott øki at byggja á er tætt við, millum báðar kirkjugarðarnar, so nú skulu vit bara fáa sett hetta ordiliga í sving, so vit ein dag kunnu hava øll okkara viðurskifti dagførd og í lagi, sigur Petur Nolsøe.
Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen