Skriva út

Vit eru øðrvísi

24.01.2023 Tíðindi
Armgard

Vit í Føroyum halda, at vit eru sum hini fólkini í Skandinavia, sum hava 72 kynssamleikar og sum skiljast og fáa nógv børn. Vit eta sushi og langtíðarsteikja bógvar og lesa Brinkmann, hava Piet Hein borð og vita alt um veðurlagsbroytingar. Vit eru modernað menniskju, ferðast klótuna runt, shoppa og eru íbundin øll hugsandi net og pallar.

Men herfyri var sera áhugaverd kanning løgd fram, sum segði, at vit eru als ikki sum hini !

Stóri munurin á okkum og skandinavum er, at í Føroyum eru fleiri, sum trúgva á Guð, enn tey gera í norðurlondum.

Talið av fólki, sum trýr á Guð, minkar, uttan í Føroyum !

Sig so tað !

Og so verða stabbar og diagram løgd fram, og veruleikin liggur avdúkaður, fólkið á hesum kargu klettum er meira gudrøkið enn fólk í hinum grannalondunum.

Og tosað verður upp og niður, hvussu hetta ber til ? Hvørjir faktorar gera seg galdandi ? Eru tað okkara tøttu familjusambond, okkara siðir og vanar ?

Eru vit ikki sekulariseraði, hví eru føroyingar øðrvísi enn hini ?

Vit mugu hava eina frágreiðing at geva umheiminum.

Hava fólk í Føroyum enn fatur á tráleysa sambandinum, hava vit enn antennurnar opnar, so vit eru á guddómliga frekvensinum, hoyra vit Guð í vindinum, í tøgnini, í býnum, í SMS...sanna vit enn, at “ rópa á Meg á neyðardegi og Eg mann svara tær”...eru vit enn eitt fólk, sum kennir takksemi, sum veit “hvagar eg eri, hví eg eri her og hvar fari eg?

Er Guð “ævigi gentlemaðurin”, sum ikki berjir sær veg inn í menniskja, men sum er í námind, hóast vit avskriva hann ?

Í tíðini í dag er andalig atmosfera, har fólk royna alskyns tilboð, sum standa okkum í boði. Finna seg sjálvan, hvør eri eg, hvussu skal eg liva ? Minimalistiskt, sjálvsøkið, veganskt ella “drekk og et, mín sál, í morgin skal tú doyggja” ?

Í guðfrøðini tosar mann um “eksistentiella rópið” og er tað hetta, sum vit hoyra so klárt her í tí hvassa landnyrðinginum, har vit enn kenna okkum sum part av nøkrum størri, nøkrum sum vit ikki kunnu seta á frymil ella prógva, men bert sanna ?

Verða vit enn kvirr av undran, tá nátúran vísir sína megi ella tá vit senda heitar bønir til guddómsmáttin, sum vit hava við okkum út í dagin ?

Kendur danskur fysikari, Jens Martin Knudsen, sigur einastaðni, at hann trýr á Guð, og at tá alt vísindaligt er sagt, sum vit menniskju megna um upphav, rúmd, stjørnur og okkum, so er altíð ein  rest har, sum er eitt loyndarmál og sum vísindamaðurin ikki kann  greina.

Hann kann siga okkum, hvussu ting hanga saman, men ikki hví.

Og um vit so fara aftur til okkara gerandisdag við okkara tíð og áhugamálum og hugsanum um hetta og hint, so stendur so rimmarfast, at henda kanningin, sum sigur at nógvir føroyingar siga seg trúgva á Guð, er sum ein lurtarakanning, sum sigur at prestur hevur eina rúgvu av fjepparum og fylgjarum, so tað  má vera eitt satt eldorado at dusa sær við so nógvum, sum trúgva tí, tú sigur.

Tað má vera trúvirði !