Skriva út

Vit eru mitt í einari krimisøgu

04.11.2021 Tíðindi
Armgarð.jpg

Náttúran hevur latið seg í vakra heystarbúnan, reyðu og gulu litirnar síggjast allastaðni. Nátturan pakkar seg nú niður og vaknar aftur, tá tað fer at vára.
Øðrvísi er, tá vit tosa um heystið hjá okkum menniskjum. Vit vilja ikki so fegin vera har, vit sum altíð finna loysnir og eru innovativ og leggja ráð í toymum. Okkara forfall er torført at halda burtur frá durunum, men tað skulu vit, vit sum í dag liva eftir devisuni “um vit doyggja, heldur enn tá vit doyggja”...!

Tá eg var barn, vistu vit ikki so nógv, sum børn og ung í dag vita. Tá át mann døgverða ella nátturða, meðan útvarpsmaðurin segði frá tíðindum, og tað var tað. Vit livdu helst meira sorgleyst, hóast tað ofta verður sagt, at vit liva í bestu døgum nú.Vit skreiddu í brøttu brekkuni, hildu í kúfangarum á bilum og vóru úti dagin langan.

Foreldur og onnur royktu, so mangar stovur vóru mjørkakendar, putursukur á hvítt breyð, høvdu barnasjúkur og skuldu liggja næstan 14 dagar í songini, til mann varð so ússaligur, at mann næstan ikki kundi standa á beinunum. Hoyrdu landslæknan eina ferð um árið tosa í útvarpinum um kloramintablettir og havhestar ella tá skrubb gekk, og fleiri vórðu smurd inn í tjørusalvu.

Vit vistu ikki betur, men tað gera vit í dag. Og hóast vit gerast fjálturstungin av allari vitanini, so vilja vit vita, tí tað er vegurin fram.

Í dag eru nógv á sosialum pallum, vit skrolla gjøgnum tíðindi og geva tí næstan ikki gætur ella ans. Børn í dag vita alt um E-tøl í matinum, sum tey eta, um allergi og kaloriur, um vandamikla máling og bleytar plátur, um skógir sum hvørva, so “heimsins lungu” eru burtur um stutta tíð, um plastik í fiski, fenaði og menniskjum og ringu samvitskuna um okstasteikina, sum dálkar á hennara ferð heim úr New Zealandi til Havnar.

Um skógir, sum brenna og áir, sum floyma yvir og oyðileggja hús og heim. Um ísbjarnir, sum mugu finna aðrar hættir at finna mettuna. Okkara grundarlag sum menniskju á klótini bráðnar undan okkum. Vit hava garderað okkum í mun til mítt ættarlið við hjálmum og frálæru, trygdarvestum og endurskinum. Og fartelefonin, sum næstan veksur fast í okkara lógva, er nalvastrongurin heim ella at finna og verða funnin, so vit “befala okkum í hennara vald”, tí vit líta á hana.

Alt í lívinum er ein kapprenning við forfall og deyða, tí vit mugu liva. Og samstundis sum vit pakka deyðan niður, so sita nógv børn við spølum sum drepa og myrða, og tey vaksnu gysa við kastanjumanninum og øðrum góðum. Og ja, dagurin hjá okkum í dag er sum ein veruligur krimi, har tú ikki kennir plottið, tí tað broytist alla tíðina. Í krimisøguni roynir tú at vera frammanfyri rithøvundanum fyri at finna drápsmannin, men her er virus deyðiligt, men vit eru amboðini, tí vit ána ikki hvør smittar hvønn og ikki.

Og nú var Allahalganna dagur, tá mann mintist tey, sum fórust á sjónum. Lukkutíð er tað nærum minkað til ongan mann, men nú er fokuspunktið á landi, har hava vit deyðan rundanum okkum ljóslivandi. Vit eru enn mitt í farssótt, sum vit viðhvørt halda, vit hava fingið fastatøkur á, men sum so aftur vinnur á okkum.

Og har landslæknin, tá eg var barn, visti best og segði, hvat vit skuldu gera og hvat vit ikki skuldu gera, so hava vit í dag eitt alheimsnet, har vit sjálvi kunnu leita fram ymiskt, sum vit halda er tað rætta. Vit eru individualistar og kenna okkara virði og um tað gongur væl ella illa, so beri eg tað á mínum herðum.

Vit vilja hava kosmos, vit vilja hava summar og sælu. Vit vilja hava krimisøguna at enda væl, at drápsmaðurin verður funnin og alt verður trygt og gott aftur. Men so er ikki í dag, har vit ivast og órógvast og hugsa um at anda og vera potað ella ikki. Tað munnu vera nógv ár síðani, at “allahalganna og deyðin” hava verið so livandi, sum í hesi farsóttatíðini vit liva í.

Og so kom úrslit av stórari kanning, hvussu vit livdu í fjør, tá samfelagið varð latið aftur.
Komið er eftir, at hóast onki átrúnaðarligt virksemi var, so varð fólkið alt meiri andaligt ella spirituelt.
Kann tað veruliga hugsast, at vit vóru vorðin deyv av hvininum í hamstrarahjólinum?
Tí sagt verður, at í kvirruni hoyrir tú Guð.