Skriva út

Verkfallið nemir tænastu prestsins

25.05.2024 Tíðindi
DSC2317 (002)

Nú verkfallið dregur út, merkist tað væl hjá teimum, ið ferðast á vegnum. Bensin og diesel er uppi, so bilurin stendur stillur. 

Hetta ávirkar eyðvitað tænastu prestsins. Leiðslan metir tað tó óhóskandi, at biðja um undantøk, so sóknarprestarnir fáa fylt brennievni á bilin. 

Frá mánadegnum 27. mai verður mælt til, at prestur ger tænastu sunnudagar í síni sóknarkirkju. Her er frástøðan millum heimið og kirkjuna avmarkað. 

Hendir okkurt álvarsamt ella talan verður um jarðarferðir, verður í stakførum biðið um nakrar dropar av brennievni til viðkomandi prest. 

Undantakið frá meginregluni er presturin við ábyrgd av tilbúgvingini.