Skriva út

Val av dómprósti

14.09.2024 Tíðindi
Folkakirkjan Logo

Tað hevur ligið á ljóði í miðlunum, at Uni Næs, dómpróstur, fer frá vegna aldur 31. januar 2026. Í hesum sambandi boðar biskupur frá, at ætlanin er at lýsa embætið leyst at søkja í september 2025.

Ein próstur er sóknarprestur, ið er innsettur at røkja próstaembæti umframt. Próstur stuðlar biskupi í embætisvirksemi hansara.

Próstur við dómkirkjuna er dómpróstur og varamaður hjá biskupi.

Við tað at dómprósturin er kirkjubókaførandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi verða tað kirkjuráðini í Nólsoy og Havnar kirkju, ið koma at innstilla tann komandi dómpróstin.

Út frá innstillingini hjá kirkjuráðunum ger biskupur eitt tilmæli til landsstýriskvinnuna, ið síðani gevur Løgmanni eitt tilmæli. Løgmaður útnevnir og setir dómpróstin í embætið.

Fyri biskup er tað umráðandi at undirstrika, at lógir og regluverk Fólkakirkjunnar eru eitt mál hjá Løgtinginum. Og vit stjórna samsvarandi. 

Jógvan Fríðriksson
Biskupur