Skriva út

Væleydnað útigudstænasta Við Stórá í Trongisvági

23.05.2024 Tíðindi
Tvoroyri

Skipað varð fyri útigudstænastu 2. Hvítusunnudag kl. 11 á vøllinum Við Stórá í Trongisvági. Tað eru kirkjurnar í Suðuroyar norðara prestagjaldi, sum skipaðu fyri.

Prestarnir Annika Magnussen Gaard og Hanus Pál Jógvansson skipaðu fyri gudstænastuni, og aftrat teimum virkaðu deknar og klokkarar við til ringing og lesnað. Børnini fingu aftur í ár eina sera sigandi søgu.

Hornorkestrið spældi til sálmarnar, og aftaná varð bjóðað drekkamunnur í ítróttarhúsinum.

Í fjør var ein roynd gjørd á sama vølli, og kirkjuliðini vóru so væl nøgd, at longu tá var avtalað at royna aftur i ár. Umstøðurnar fáast ikki betur, og vælvildin frá kommununi og TB gjørdu, at gudstænastan eyðnaðist væl.

Veðrið helt sær eisini, og umleið 350 fólk høvdu leitað sær til gudstænastuna.

Longu nú er avtalað at royna aftur í næsta ár, som tíð og sama stað.