Skriva út

Uni Næs, dómpróstur: Kirkjustova – góðir møguleikar at savnast!

04.10.2024 Tíðindi
Kirkjuhúsið Vígt 8

Sunnudagin 29. september á mikkjalsmessu var ein stórur dagur hjá kirkjuliðnum í Havnar kirkju. Tá var kirkjuhúsið “Kirkjustova” vígt.

Uni Næs, dómpróstur helt hesa taluna í kirkjuni beint áðrenn Kirkjustova varð vígd:

Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.

Í einum av okkara gomlu sálmum til kirkjubrúks syngja vit:

Lat kirkjulið títt trivna/ í góðum kristnum sið, /lat stirdar sálir livna,/ gev sundurbrotnum grið!/ Og til títt halga hús/ lat fjølment okkum leita/ í trúnni glað og fús.

Eg kom at hugsa um hesi orðini, nú vit í dag víga kirkjuhúsið Kirkjustovu, eisini kallað Arnes Minde.

Endamálið við Kirkjustovu er júst at skapa góðar karmar fyri góðum trivnaði í kirkjuliðnum.

Havnar kirkja, dómkirkjan, er friðað, og tí ber illa til at byggja kirkjuna út.

Tað var tí ein kærkomin møguleiki í nítiárunum í síðstu øld, at kirkjuráðið fekk lyfti frá kommunalu myndugleikunum at keypa Arnes Minde, tá ið kommunan ikki longur skuldi brúka húsini til egin endamál.

Fyri 10 árum síðani vóru møguleikar hjá kirkjuráðnum at ogna sær húsini, og í 2015 gjørdust húsini ogn hjá kirkjuráðnum. 

Síðani tá hevur verið arbeitt við at umvæla húsini og fáa fígging.

Kirkjuráðini –  serliga tvær tær seinastu seturnar, hava arbeitt miðvíst við at fáa sett húsini í stand. Tey hava lagt sær í geyma at varðveita húsini í sama stíli uttan – innan eru tey innrættaði av nýggjum.

Í snotiligari og áhugaverdari bók verður greitt frá øllum hesum og søguni hjá húsunum.

Bókin verður løgd fram í dag eftir at húsini eru vígd. Lív Arge Simonsen hevur skrivað bókina eftir áheitan frá kirkjuráðnum. Hetta er ein sera áhugaverd frásøgn um eini gomul og søgulig hús í býnum, og eitt týdningarmikið íkast til Havnar býarsøgu. Í dag ber til at ogna sær eitt ókeypis eintak av bókini.

Tað er eisini við gleði at kunna upplýsa, at nú húsini eru liðug bygd og umvæld, eru húsini eisini næstan goldin. Lítil skuld er í húsunum. Takkað verið ta góðu skipan, sum Fólkakirkjan hevur, tá ið verkætlanir av hesum slagi skulu gerast og gjaldast.

“Lat kirkjulið títt trivna í góðum kristnum sið.”

Góðir karmar skapa eisini trivnað í kirkjuliðnum. Tað kunnu vit siga, at vit nú hava fingið í Havnar kirkju.

Tað er okkara vón, at kirkjuliðið fer at stuðla væl um ymisku arbeiðini, sum fara at verða í framtíðini. Tí umframt t.d. konfirmantlestur, fundir hjá kirkjuráðnum, kirkjukaffi eftir gudstænastur, skrivstovur til prestarnar og kirkjukontór, er eisini ætlanin at hava tiltøk sum styrkja tað sosiala kirkjuliga arbeiðið.

Tá verður brúk fyri góðum stuðlum og hjálparfólki, og vóna vit, at Kirkjuhúsið fær góða hjálp – tí Kirkjustova er fyri øll í kirkjuliðnum.

Hetta er ein stórur dagur hjá Havnar kirkju og kirkjuliðnum!

Við einum kirkjuhúsi afturat kirkjuni kunnu vit siga, at gleðiligi boðskapurin verður boðaður bæði í orði og í verki í Jesu Kristi kirkju.

Eftir gudstænastuna verður farið beinleiðis yvir í Kirkjustovu, har biskupur vígir húsið. Vit kunnu øll koma undir tak í dag. Rúmligt er á øllum hæddum, og hátalarar eru, so øll kunnu hoyra.

Eftir vígsluna verða spritubitar at fáa. Nakrar talur verða hildnar og høvi verður at ogna sær bókina um Kirkjustovu og at fáa hana signeraða.

Í dag kunnu vit við gleði og takksemi ynskja hvør øðrum til lukku við kirkjuhúsinum Kirkjustovu!

Harrans Jesu Kristi náði veri við okkum øllum.

Amen.

Uni Næs, dómpróstur

Myndir: Jens Kr. Vang