Skriva út

Ultimativi hjálparpakkin

06.04.2020 Tíðindi
Armgarð.jpg

Vit fara inn í stillu viku, og sjáldan man hon hana verið stillari, enn júst í ár. Vit eru øll, samfelagið, tú og eg longu still, áðrenn hon byrjar. Alt er vent á høvdið, nógv av tí sum var, er ikki ella er øvut.

Størv eru horvin, skúlar tómir, foreldur undirvísa børnunum heima og fleiri sanna, at tað er ein torfør uppgáva.

Vit finna uppá ymiskt fyri at stytta um longu løturnar, tí hvat skal eg gera við tíðina, eg havi nú? Vit hava suffað og skundað okkum og ofta ynskt okkum at døgnið hevði 25 tímar, og nú, eftir nøkrum døgum, eru dagarnir so at siga langir og tómir.

Vit syngja og standa í bíðirøð at keypa tógv, elta og knoða breyð og mála og rudda, til tað skínur á hvørjum spreki.

Tí undir okkum lúrir óvissan. Kirkjan, sum onkur helt ikki hevði tann stóra týdningin, hevur víst seg at hava røttu orðini. Hon er ikki bara ein ”seremonimeistari” ella ”ein kulissa”, sum er romantisk til stóra brúdleypið ella barnadópin ella staðið, har hon tekur yvir jarðaferðina, tá eg ikki orki meira. Kirkjan setir orð á líðingina og óvissuna.

Men eitt virus hevur stongt alla bláu gongustjørnuna og hevur broytt og skumpað undir okkum øll.

Alt, sum eg helt, man eigur at hava, fyri at vera ein av hinum, er horvið beint nú, vit eru biðin um at fara heim at vera, og nøkur fá fólk siga okkum hvørja viku, hvussu vit skulu bera okkum at komandi dagarnar.

Og vit verða fjálturstungin. Ongin kann siga, nær hetta endar. Og nógv av tí, sum vit ikki hildu kundi rapa, tað fer og hvørvur, men tað nyttar onki at muta ímóti.

Hetta hevur verið ein føsta, har eg, so at siga, havi verið noydd at krossfesta alt meg og mítt. At krossfesta mín vilja til at vita best ella at krevja ella halda ”hvør ert tú, at tú vilt forða mær”.

Henda føstan hevur víst okkum, at vit eru øll menniskjabørn og tað vit megna at kalla okkara, kann hvørva uppá onga tíð. Har vit hildu, at bara eg eti hørfrø, eti hvítleyk, spinni, finni bestu útgávuna av mær sjálvari, taki blóðroyndir og lati meg skanna og kanna, og tryggi meg upp og niður, so kann altso onki ganga galið?

Jú, tað gjørdi tað várið 2020!

Almennir myndugleikar siga enntá, at tú ert góð við næstan, um tú heldur teg burtur frá næstanum.  Løgin tíð, har eg ikki kann mussa ommudóttrina ella geva vininum eitt føðingardagsklemm?

Og vit stúra.

Eina ferð tosaði Søren Kierkegaard við eina kvinnu, sum stúrdi og gramdi seg.

Kierkegaard spurdi hana: ”Hvat hevur størst virði, sólin ella ein tveykróna”?

”Sólin, sjálvandi”, svaraði kvinnan bilsin.

”Ja, tað haldi eg eisini, segði Kierkegaard, men royn eina ferð og og set hesa tveykrónuna fyri annað eyga hjá tær. Nú síggja tygum ikki sólina, ha?”

Kvinnan gjørdi, sum Kierkegaard bað hana og mátti viðganga, at nú sá hon ikki sólina, tí krónan fjaldi sólina fyri henni.

”Ja, svaraði Kierkegaard, er tað ikki júst tað, sum tygum gera? Tygum lata stúranina skugga fyri øllum tí góða og glaða í lívinum. Næstu ferð, tygum gerast stúrin ella hava eitt sindur av mótburði, sig so við teg sjálva, at kanska er tað bert ein lítil mynt, sum roynir at fjala sólina fyri mær”.

Har vit bara hava hómað, hvat tað ultimativt besta, sanna og rætta er, so síggja vit nú stór orð og fyribrigdi fáa lív og veruleika.

Onkur menniskju hava hamstrað ger og pappír og í øðrum londum hava tey hamstrað vápn.

Gomul og viðkvæmir bólkar eru ikki einsamøll, tí vit hava stongt alt niður, fyri at hava tey hjá okkum.

Vit hava øll eins virði, tí vit eru bara menniskju, sum hava tørv á at hava onkran at elska og onkran sum elskar okkum. Vit ringja og sms’a og onkur bakar og setir bakstur á trappuna hjá grannanum, vit eru obs, hvør klárar seg og ikki og vit rópa varskó um børn, sum eru stongd inni við foreldrum, sum eru ein hóttan fyri barnið.

Og meðan vit fegnast um, at ein hjálparpakki fyri og annar eftir verður veittur menniskjum, so tey hóra undan, so fara vit í hesi viku at hoyra um stóru fyrimyndina, sum á páskum krossfesti alt sítt og legði av sær himmalsku dýrdina fyri at geva menniskjunum heimsins størsta hjálparpakka.

Kanska henda føstan hevur víst okkum øllum tørvin á hesum?