Skriva út

"Tú ert mega nice"

13.02.2023 Tíðindi
Armgard

Føstulávint er ikki longur grummar grýlur og verulig føsta, tá mann skuldi gera seg til reiðar til páskirnar.

Í dag er tað kommersialiserað og handilsfólk vinna nógvan pening uppá grýlubúnar. Burtur er alt tos um at spekjast og seta føstuna inn í tað kirkjuliga høpi, at nú var liðugt at eta kjøt í fjøruti dagar. Men kanska er tað heldur ikki neyðugt í dag, har vit gleðiliga siga farvæl til kjøt og feitt  og spekja likamið fyri okkara egnu skuld, tí eg ræði mær sjálvum og havi bara mítt likam at seta mítt álit á.

Tá so sálin kvaklast við, so fara vit til sjálvhjálparguru og lesa  Brinkmannbøkur  “um hvat er ein menniskja”, og so vinnur hann pening uppá orð, sum áður vóru nátúrlig, tá føstulávint og føstan var neyðug og hevði ein týdning. Og soleiðis snara vit 180 stig.

Ein annar dagur, sum hevur vunnið sær fótafesti, er Valentine dagur. Valentine var  rómverskur prestur. Keisarin Claudius triði hevði givið boð um, at ungir menn og skuldu ikki giftast, tí so vóru teir ikki góðir soldátar. Nei, rættur hermaður fór í kríggj og skuldi ikki hugsa um konu og børn. Men Valentino tykti synd í teimum pørum, sum so fegin vildi giftast, so hann vígdi tey í loyndum. Men dagur kom, tá hann var avdúkaður, og hann varð hálshøgdur 14. september í  árinum 269, bara tí hann vildi fremja kærleikan, verður sagt.

Og í dag er hesin dagur eisini ein handilsdagur. Rósur og blómur verða keyptar og givnar til hana/hansara eg elski, sjokoláta og annað, tí hvussu skuldu vit annars sagt frá okkara kenslum og kærleika?

Vit kunnu smílast og siga "fínasta slag", men gáva givin, tá tú minst væntar tað, mann ivaleyst gleða meira.

Í Hásonginum í Gamla Testamenti stendur ein rúgva um kærleika. Stór og sevjumikil orð, sum bera brá av tí ørsku, sum kærleikin er.

Onkur sigur, at ístaðin fyri at siga við unnustuna, at “tú ert mega nice”, sig so sum tað stendur í hásonginum at “bróst tíni eru sum skóggeitar -tvíburar”,  ella siga um vælvaksnan mann “at hann er sum hindarkálvur”.

Í dag halda vit, at vit kunnu matcha fólk, so tey kunnu liva lukkuligt restina av ævini, men tað gongur ikki. Tað ber rúgva av sjónvarpsrøðum boð um. Kærleikin kann ikki fangast ella setast á ein frymil, hann kann ikki skipast í system eftir okkara mátistokki, tí hann fer sínar egnu vegir. Og hann doyr ongantíð, tí vit elska eisini tey, sum farin eru. Kærleikin finnur okkum.

Mann hoyrir ofta setningin “at vit mugu tosa saman”, og ljóðar tað ófrættakent. Og so vevja vit upp og niður og aftur og fram og koma lætt at tosa nakað so vakurt, viðkvæmt og sterkt sum kærleikan í hel.

Onkur sigur, royn og spyr makan: "Um eg var ein bók,  hvør bók var eg so? Kanska eitt yrkingasavn, ein góð krimi søga ella ein kókibók ella skipalisti?"

Luther var giftur við Katarinu von Bora. Um hon ein dagin segði:"Luther, um eg var ein bók, hvør bók var eg so?"

Vænti Luther eitt  sindur ørkymlaður hevði hugt hana ínn í eyguni og svarað: "Katarina, góða, tú ert mín "katekismuss".