Skriva út
Tilboð um sálarrøkt á netinum byrjar aftur týsdagin 20. august
19.08.2024 Tíðindi
Eftir lokna summarferiu byrjar tilboðið aftur, har bjóðað verður sálarrøkt sum kjatt samrøða á netinum.
Vit hava opið aftur týsdagin 20. august kl. 20.00.
Heimasíðan veitir skjóta og lætta atgongd til eina kjatt samrøðu við ein prest, navnleyst og í trúnaði.
Til ber at tosa um júst tað, sum tú hevur tørv á, og presturin kann lurta, troysta og bera byrðar saman við tær.
Vit eru klár at kjatta hvørja viku týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 20.00 til 23.00.
Vælkomin:)
Onnur tíðindi