”Til lukku, tú hevur vunnið eitt køliskáp”!
Vit eru komin inn í ár 2020. Vit eru ikki tannáringar longur, men eru nú í tjúgunum. Tá plagar mann at siga, at mann er við at vera vaksin og er skilagóð og tekur rættar avgerðir.
Hvat minnast vit frá 2000 til 2019?
Immigrantar, ræðuligar myndir frá Miðalhavinum, Trump, gular vestar, ”arabiska várið”, Tinder, Me too, rættingin í barnabókum, tí vit eru bangin fyri at vera øðrum til skaða, landsstýri, sum eru komin og farin, E bola, tunnlar, listafólk, sum hava gjørt seg galdandi bæði her heima og úti í verð, Brexit, antisemitisma, barnsburðafarloyvi til bæði foreldur, fólk av sama kyni kunnu giftast, IS, grøna orku, endurnýtsla, selfiestong, FB, Yolo og Gretha Tunberg. Alsamt fleiri diagnosur til børn og ung daga undan. At nakað skal løna seg og er burðardygt er eitt mantra.
Kirkjan misti einkarrætt uppá syndina, tí nú synda vit dagliga og hava ringa samvitsku, tá vit flúgva ella eta reyðan búff ella keypa klæðir, hóast ”walk in rúmið” er á tremur. ”Je suis”, vit skulu ansa okkum fyri lastbilum, sum koyra við vilja inn í mannamúgvur og fólkum, sum stinga onnur niður, bumbubelti og hvítari nazirørslu, sum minnir okkum á ongantíð at gloyma brotsverkini undir seinna beimsbardaga, so søgan ikki endurtekur seg.
Veðurlagsbroytingar, strongd, Instagram/ Happy Land, nýggjur 12 tals stigi, øll útstilla seg og onki er at berjast fyri. Fyri árum síðani stríddust ung móti kjarnorku og ræddust Barseback, og Make love not war.
Í dag eru øll ideal og normar burtur. Tómleiki. Familjurnar syndrast, sum ongantíð áður, og vit eru menniskju, sum ikki duga at anda. So vit fara til serfrøðingar, sum siga okkum, hvussu vit skulu anda, so friður fellir yvir okkum. Vit vita sum so onki, tí vit kunnu altíð spyrja Wikipedia ella googla tað, og vitanin setist ikki.
Vit hava sett okkum so púrasta í centrum og spyrja ”what’s in it for me”? ”Hvat fái eg burturúr?” Og eg fái at vita, at eg skal hyggja inn í meg sjálva fyri at finna svarið og gerandisdagur og lívið alt er eitt einsamalt projekt. Onki er consensus ella kollektiv ábyrgd, men ábyrgdin er mín, púrasta.
Og vit skulu vera lýtarleys, perfekt, hús og heim, bilur og ferðir, maturin skal vera rættur, veganskur ella kanska eri eg til Keto ella eri eg ein vegetar?
Informatiónssamfelagið ræðir meg, og alt er at óttast, frá sóttum til vaskipulvur. Og óansæð, hvat eg geri ella skal taka støðu til, so má eg vurdera og revurdera, meðan normar syndrast og eg geri alsamt meiri ónøgd við mítt kondital.
Og fyrr so var mann ein góð arbeiðsmegi, um mann rakk 30 ára á sama arbeiðsplássi. Í dag er tað tekin um stagnatión og forfall, tí eg má hava verið á nógvum arbeiðsplássum og roynt at verið innovativ og funnið bestu útgávu av mær sjálvari, meðan Marathon medaljurnar økjast og ph d prógvið eisini kom í hús. Unga ættarliðið dugir illa at lesa ella dugir illa at miðsavna seg, tí ”paddurin” serverar túsundtals myndir, sum ger barnið og unga menniskjað dovið og inaktivt og sum forðar fyri flogið og flow.
Og vit verða rastleys og royna at fanga dagin og núið og skilja púrt onki, hví vit ikki gerast eydnusom og vit leita upp nýggj sambond og nýggj hús og onnur støð, tí hvar finni eg meg aftur?
Og har heimurin lá víðopin, so hvørvur hann í dag. Hann brennur og veðrið týggjar sær, sum vit ikki hava sæð tað áður. Og vit lurta eftir ungari Grethu, sum skammar eldra ættarliðið og revsar tað og sigur:
”Hvat billa tit tykkum inn, so sum tit hava hóreiggjað tykkum og lagt alt í skeljasor. Tit hava fingið alt til láns og skulu geva okkum tað, men hvat fáa vit? Vánaligar liviumstøður, tí ættarliðið hevur verið ov gramt og fyrilitarleyst og sjálvsøkið.”
Og vit skilja boðskapin og spyrja, hvat skulu vit gera ? Og vit fara at endurnýta, onki við at ”brúka og smita burtur hugburð” longur. Endurnýta toy og klæðir, matur verður etin, hóast síðsti søludagur er komin og farin, verða grøn, dyrka grønmeti og hava hønur og finna gleði í nýggja samljóðinum við náttúruna. Familjurnar leita saman aftur og gerast hugtikin av japanska Kintsugi, sum sigur, at brotnar ein skál ella koppur, so skal mann ikki tveita hann burtur sum virðisleyst rusk. Men japanar fáa skálina heila aftur við gyltum ”lími”, so skálin kann brúkast aftur ella koppurin, men tú sær gylta límið, sum minnir teg aftur á, at onki her í lívinum er lýtarleyst, tí vit menniskju og lutir annars fáa høgg og brot og arr, men til ber at klinka og seyma, stoppa og bøta og taka tað við okkum, sum okkara søga ella okkara kor. Onkur sigur, at hetta er vakur tanki og vert at gera, tí tað gevur meining, tí soleiðis er at liva og sannar, at vit eru bert leirur í hondini hjá Leirkerasmiðinum.
Ikki haldi eg, at vit skulu bakka aftur til mammu og ommu og fara at hava ein gerandisdag, sum teirra og hava ein sunnudags frakka, kjøt og sós og dessert, at kvinnurnar aftur skulu fara handan storesgardinur og lesa Familie Journal um veruleikafjaran romantik og atkvøða, sum maðurin sigur og bara sita og anda inn og siga ja og kanska. Als ikki!
Framtíðin er har og vit mugu ásanna, at vit mugu hálsa um. Onki menniskja er ein oyggj, vit skulu øll vera her og alt er givið okkum til láns, ta tíð vit ganga her.
Vit mugu royna at halda okkum til evnið og ikki fara at tosa um nakað annað, tá unga ættarlið hevur at okkum, tí okkara etikkur og eisini moralur ikki altíð hevur verið í lagi.
Í bókini ”Steinur brestir fyri mannatungu” stendur, at skiftir ein brádliga evnið og fer at tosa um okkurt annað, so kann sigast:
”Til lukku, tú hevur júst vunnið eitt køliskáp !” Og slíkan ”dóm” kunnu vit ikki hava sitandi á okkum?!