Skriva út

TARIRA í Hoyvíkar kirkju

28.05.2024 Tíðindi
Tarira

Mikukvøldið 29. mai kl. 20 verður konsert við TARIRA í Hoyvíkar Kirkju.

Á skránni er føroyskur kórtónleikur, umframt renaissansutónleikur. Føroysku tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson og Anne Mette Greve Klemensen.

TARIRA vann heiðurin sum Føroya besta kór á kórfestivalinum, sum varð hildin í Varpinum í apríl í ár, og í juni fer kórið á konsertferð til London og Cambridge.

Meira um kórið:
TARIRA er eitt kamarkór við staðseting í Tórshavn. TARIRA var stovnað í 2002 og telur kórið 20 sangarar, ið hava drúgvar royndir sum kórsangarar og innan tónleik yvirhøvur.

Tarira setur stóra æru í at bíleggja nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum og á tann hátt gera kórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið av kórsangarum og tónaskøldum. Kórið hevur eisini lagt stóran dent á at fara út um landoddarnar at framføra føroyskan tónleik og vísa á, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum.

4.-8. juni 2024 fer TARIRA á konsertferð til London og Cambridge. Konsertskráin er fyri ein part samansett av renaissansutónleiki. Tað krevur nógv av kórinum, at syngja júst hesi stykkini í einum landi, ið hevur stolta traditión fyri júst hesi sjangruni.

Umframt renaissansutónleik, er føroyskur tónleikur eisini á skránni. Hesi stykki eru útvald soleiðis, at lurtarin fær innlit í, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum í løtuni. Tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson og Anne Mette Greve Klemensen. 

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum