Skriva út

Tað ósjónliga bindur okkum saman

30.05.2020 Tíðindi
Armgarð.jpg

Koronatíðin var og er enn ein løgin tíð, har hugburður, vanar og tankar eru vendir á høvdið.

Vit eru góð hvørt við annað, um vit halda frástøðu og spritta okkara hendur.
Og vit hava lurtað og aktað og smátt um smátt eru vit sloppin  til verka aftur, til ítrótt, til handils, í kirkju.
 
Vit hava saknað vanliga lívið, normalitetin,men nú hevur hamstarin longu annað beinið inni í hjólinum aftur. Dagur dettur av degi, burtur er súrdeiggið og køin at keypa tógv, undantaksstøðan er av.

Og tá eitt fólk so brádliga verður kastað út í eina so nýggja støðu, so má mann virðismeta aftaná.  ”Hvat hendi?”,  ”Hví reageraði eg so?”, ”Hvønn setti eg mítt álit á?”

Nógvar kvinnur komu lætt og elegant í leiklutin at savna, hugna og at baka. Fleiri  málaðu hús, stoyptu og smíðaði.  Tað var næstan, sum tá eg var barn við døgverða kl.12 og nýbakaðari køku omaná og alt var í einum øðrum tempo, hóast mammurnar tá eisini høvdu strævnan dag.

Kom at hugsa um Móses, sum við bit og slit royndi at fáa fólkið gjøgnum oyðimørkina til ”lovaða landið”. Og tey grenjaðu og knarraðu og  mistu pippið og vildu ”sleppa aftur til Egyptalands” Men Móses segði nei ! Tey sluppu ikki aftur til ”kjøtgrýturnar í Egyptalandi.” Sodan!

Og soleiðis hendi so eisini, tá vit fingu at vita, at nu kundu vit trygt fara útum aftur,  burtur frá kjøtgrýtunum og út í gerandisdagin aftur, tí vit kunnu ikki bakka.
 
Koronatíðin hevði  eisini tilveru spurningar við sær. Spurningar og ivamál um lív og deyða, tí sóttin kundi ráma alt og øll, og fjáltur var á øllum. Nú hjálpti lítið egin máttur og megi, ella fet og grønt – nei, leitað var til stóra antioxidantin Guð, sum við eitt varð tikin fram, tí her ”hjálpti ongin Nólsoyar Páll”, sterkari løgur skuldi til, so nógv prát og tjak hevur eisini verið um Guð í hesu koronadøgum.
 
Meðan vit øll vóru biðin at fara heim og vera heima, so slapp mann ikki í kirkju, og tað var løgið fyri  nógv. Kirkjan er eitt gamalt hús, ”stendur um tornini falla”, hon hevur ringt og boðað, um so sóttir hava herjað, hvassur landnyrðingur  ella kavaódnir hava lagt alt lamið,  so hava kirkju dyrnar verið opnar, men ikki meðan Korona ræddi øll. Tá vóru kirkjudyrnar stongdar.

Í onkrari kirkju í Danmark kundi mann senda mynd av sær, sum prestur so gjørdi størri og so stóðu tómir benkir við myndum av fólkunum, sum annars høvdu sitið har, men sum nú vóru noydd at vera heima.
 
Men eisini kirkjudyrnar eru nú farnar upp á víðan vegg, men ymisk fyrilit eru, sum kirkjugangarin skal taka.

Í okkara kirkjum sita øll við frástøðu og onkrir bonkir hava skeltið, har ”ongin atgongd” stendur á.  Og Skriftin plagar at tosa um ”at tey síðstu verða fyrst” og tey, sum vit halda seg hava fyrimun at vera fyrst, tey verða síðst , men í kirkjunum í dag, har skulu tey, sum sita aftast ganga fyrst út, tá guðstænastan er av.
 
Og sum annar Sankta Pætur má prestur telja og siga nú eru hundrað inni, restin má vera uttanfyri, líka við at mann sigur og ”har skal vera grátur og tannagrísl”.
 
Ongin flogferðsla hevur verið, sum so. Vit skulu vera heima. Og eg hugsi aftur á, tá mann fríur og frælsur stóð í terminalinum og bíðaði eftir at sleppa umborð á flogfarið, sum skuldi taka meg upp um skýggini, har sólin altíð skínur til annað land. Men tað sleppi eg ikki enn.

Fleiri okkara hava fingið ein tilgóðarseðil frá flogfelagi, sum sigur, at eina ferð, so sleppur tú at brúka henda seðil og sleppa avstað.

Orðið terminalur brúka vit um ein, sum er deyðskomin, og sum so fara vit eina ferð at standa í einum terminali  og fara tá til annað land, har sólin sær, og har tað er trúgvin, sum finnur vegin. 
 
Kristi himmalsferðadag fór Kristus at arbeiða heimanífrá, og tráleysa sambandið millum Hann og okkum, fekk Hann í lag á Hvítusunnu.

Er tað nakar, sum ”is connecting people”, so er tað Andin, sum blæsur higar og hagar hann vil, vit síggja hann ikki, men tað sum hann ger,  síggja vit.
 
Sig so tað !