Skriva út

Sóknarprestur til Norðoya vestara prestagjald

09.04.2024 Tíðindi
1588145245841

Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðoya vestara prestagjald. Embætið verður ætlandi sett 1. juni 2024 ella so skjótt til ber.

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Sóknarpresturin er tænastumaður. Sóknarpresturin hevur kirkjubøkurnar um hendi og er jarðarferðarmyndugleiki í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er á Brekku 5 í Klaksvík.

Prestagarðurin verður valla tøkur fyrr enn 1. juli 2025. Í millumbilinum finna komandi sóknarpresturin og biskupur í felag eina loysn.

Í prestagjaldinum eru tveir sóknarprestar. Harafturat samstarva allir tríggir sóknarprestarnir í Norðoyggjum í einum toymi.

Kirkjusóknirnar eru: Mikladalur, Húsar, Kunoy, Árnafjørður og Christianskirkjan.

Høvuðsuppgávur prestsins eru:

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini
  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum
  • hava sálarrøkt við sóknarbørnunum
  • taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta / andakt á sjúkrahúsi, ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Profilur
Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólki í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum, børn, ung og eldri.
Týdningarmikið er at skapa trivnað í og rundan um staðbundnu kirkjurnar eisini yrkadagar.
At skapa trivnað er ein felags uppgáva fyri báðar prestarnar í prestagjaldinum í neyvum samstarvi við kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd.

Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Umsøkjarar mugu rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til stift@kirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 27. apríl 2024.

Fyrispurningar um embætið kunnu setast Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, t-postur jf@kirkjan.fo.