Skriva út

Smákonfirmantar í Gøtu kirkju

15.10.2024 Tíðindi
Konfirmantar

Gøtu kirkja bjóðar 3. flokks næmingum at ganga til smákonfirmantar gjøgnum veturin 2024/25. Byrjað verður 21. oktober.

Vit hava smákonfirmantar mánadagar kl.14:15 til kl. 15:30. Smákonfirmantar samlast eina ferð um mánaðin, tað vil siga, at vit hittast tríggjar ferðir áðrenn jól og tríggjar ferðir aftan á jól. Vit enda skeiðið við eini familjugudstænastu í mars, har børnini seta sín dám á gudstænastuna.

Smákonfirmantar er eitt tilboð til øll í 3. flokki, óansæð, um tey skulu konfirmerast ella ei. Tilboðið er ætlað til at miðla kirkju og kristindóm í barnahædd, har tað verður lært um kristnu trúnna bæði við at spæla og hugna sær samtíðis.

Børnini verða bjóðað inn í kirkjuna til stuttleika og hugna. Ætlanin er, at vit skulu læra nakað saman á ein stuttligan og kreativan hátt.

Endamálið er, at vit skulu hava tað stuttligt, meðan vit eru saman. Vit fara á eina rannsóknarferð í kirkjuni, hoyra bíbliusøgur, syngja, spæla og so fáa vit eisini ein bita at eta hvørja ferð. 

Í kirkjuni fara vit millum annað at leita eftir tí burturmista seyðinum, lyfta okkurt tungt eins og Samson og kanska kríggjast eins og Dávid. Vit fara at tekna og mála og nógv annað stuttligt.

Vit leggja dent á góðan felagsskap í tryggum umhvørvi, so børnini hava tað gott. Vit ynskja at veita karmar, har pláss eru fyri teirra spurningum bæði stórum og smáum. 

Tilboðið er ókeypis og til ber at melda barnið til á tlf. 237314 ella tkannuberg@icloud.com

Vegna Gøtu kirkju

Tummas Lykke Kannuberg, hjálparprestur í Nes prestagjaldi