Skriva út

Skrúvuguðstænasta í Hoyvík

27.08.2024 Tíðindi
hoyvíkar kirkja 2.jpg

Mikukvøldið 28. august verður tann fyrsta skrúvuguðstænastan í Hoyvíkar kirkju eftir summarfrítíðina. 

Byrjað verður kl. 17.30 í kirkjuni, og síðan verður farið niður í Kirkjukjallaran til eina máltíð. 

Skrúvuguðstænastan hevur verið fastur táttur í Hoyvíkar kirkju í nógv ár, og hevur verið væl umtókt millum barnafamiljur og onnur. 

Her er høvi at steðga á eina løtu og hoyra eina søgu, hitta fólk og fáa ein døgurðabita. 

Verið vælkomin!