Skriva út

Silvurtráðurin í Glyvra kirkju

16.02.2024 Tíðindi
2024 02 15 Oggi 1

Øskudag, sum er fyrsti mikudagur í føstuni, var føstugudstænastan í Glyvra kirkju ikki bara ein gudstænasta, men eisini ein fernisering, tí søldfirðingurin, Oggi Lamhauge, næstu tveir mánaðirnar sýnir fram seks prent, ið hava heitið ‟Silvurtráðurin”.

– Upprunaliga gjørdi eg prentini í sambandi við ein norðurlendskan fund fyri norðurlendsk prentlistafólk, sum vit í Føroyum vóru vertir fyri í 2022. Prentini eru gjørd í gomlu evningsstovuni í Finsen í Havn, sum vit leiga frá kommununi, sigur Oggi.

– Hetta er okkara egni verkstaður, har vit hava alla ta útgerð, vit hava brúk fyri, so vit eru bara væl fyri í so máta. Umframt ta ferðina, eru hesi seks prentini eisini sýnd fram í Listasavni Føroya fyri einum ári síðani, so hetta er triðju ferð, tey eru at síggja á framsýning.

Mikukvøldið var tað sóknarpresturin á staðnum, Meinhard Bjartalíð, ið hevði føstugudstænastuna, har eisini listamaðurin greiddi frá sínum verki. Kvinnukórið sang tveir sangir, og eftir sjálva gudstænastuna var ein drekkamunnur og høvi at síggja verkið, sum annars er at síggja í forkirkjuni til allar kirkjuligar handlingar næstu tveir mánaðirnar.

Íblástur úr Prædikaranum
Oggi Lamhauge greiddi frá, hví hann hevði givið verkinum heitið ‟Silvurtráðurin” og hvussu hann hevði leitað sær íblástur í 12. kapitli hjá Prædikaranum, har millum annað verður sagt soleiðis: ‟Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum […] áðrenn silvurtráðurin slitnar […] og moldin fer aftur til jørðina, har sum hon var áður, og andin fer aftur til Guðs, sum gav hann.”

– Soleiðis er silvurtráðurin ímyndin av lívinum og øllum tí, sum hendir okkum frá tí at vit føðast og liva, til vit fara hiðani. Onkur hevur eisini nevnt fyri mær, at tað sama er við nornuni, ið spinnur lagnutráð við handsnældu, har ein táttur er silvur, men tað var tó ikki tað, eg hugsaði um, tá ið eg gjørdi prentini, greiður Oggi frá.

– Silvurtráðurin í merkingini, hann hevur hjá Prædikaranum, er ein mynd, sum er eitt sindur persónlig, tí sum menniskju uppliva vit, at fólk, vit eru góð við, fara hiðani. Tí er silvurtráðurin so virðismikil, samstundis sum hann er bæði skroypiligur og viðbrekin – júst sum lívið sjálvt er tað.

Eygað frítt at ferðast
Tey seks prentini, ið øll eru javnstór, eru hongd upp á ein av veggjunum, tá ið tú kemur inn í forkirkjuna í Glyvra kirkju, og tað er heldur ikki av tilvild.

– Tá ið tú arbeiðir við fleiri myndum, sum hoyra saman, so haldi eg tað rigga best, um myndirnar ikki hava rammu hvør sær. Hesar eru prentaðar, so tær líkasum liggja á rammunum og ongan kant hava, so eygað fær frítt at ferðast frá eini mynd til ta næstu. Ramman kann ofta vera avmarkandi fyri eina mynd, og tað hevði ikki riggað her, sigur hann.

Hetta er ikki ókent frá Oggi, tí júst tað sama hevur hann gjørt við altartalvuni í Hattarvíkar kirkju, har evnið er ‟Skapanin”.

– Ta ferðina legði eg mínar egnu tankar um skapanina í verkið, og hesaferð er talan í ein ávísan mun eisini um kirkjuliga list, tí hon er sprottin úr einum skriftstaði. Her er tað ein tanki úr bíbliuni, sum er leiðandi fyri verkið, og tað sæst millum annað aftur í tí andaliga perspektivinum, at linjurnar ganga uppeftir, sigur Oggi.

‟Skapanarverkið” er gjørt við turrnálartøkni, har skavað verður við eini nál í eina metallplátu, og síðani verður svartur litur settur á, umframt at sjálvt prentpappírið eisini er svart. Oggi Lamhauge hevur ikki bara arbeitt við flatuni, men eisini latið silvurtráðin síggjast á ymsan hátt, so hann í onkrum føri hevur skorið í flatuna og í onkrum hevur bygt uppá.

Hóskar til kirkjurúm
Forkirkjan í Glyvra kirkju er ikki nakað ókent rúm fyri Oggi, tí hann var við longu frá byrjan, tá ið fyrstu framsýningarnar skuldu heingjast upp har.

– Tá hjálpti eg til við at finna listafólk og annars at fáa til vega listar og ljós, umframt at lata veggirnar fáa tann neutrala gráa litin. Rúmið er nokk so passaligt í stødd til eina lítla framsýning, og í hesum føri brúki eg so bara tann eina veggin, so eg fekk varðveitt samanhangin í verkinum, sum hongur væl og passar væl í stødd til veggjaplássið, sigur hann.

– Yvirhøvur haldi eg, at tað er gott, at kirkjan eisini kann verða brúkt til annað enn bara tær traditionellu kirkjuligu handlingarnar, so sum til list, tónleik og annað. Og nú ‟Skapanarverkið” kann síggjast har, haldi eg, at tað eisini riggar best til eitt kirkjuligt rúm, ein kirkjukjallara, eitt kapell, eitt ellisheim ella okkurt líknandi. Tað hevði verið gott, haldi eg.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen