Skriva út

Sanna Ljósið

01.02.2022 Tíðindi
Armgarð.jpg

Vindurin ýlir og rykkir og skrykkir, so vit ganga boygd og berja okkum móti hørðu hvirlunum. D-vitamin trotið hjá okkum er sjónligt, vit eru bleik og følin og øll náttúran er brún á at líta.

Sangurin “hvør skapti blómurnar” rungaði og tá hann var komin at enda, helt eg, at í hesum tíðum manglaði ískoytið “hvør skapti veðurlagsbroytingarnar? Tað gjørdu vit”, - ikki sannheit?

Nýtt ár er komið, og tá nakað nýtt kemur, so skal tað gamla ruddast burtur. Ætlanir og ynski kunnu vera so ymisk, vit hava verið gjøgnum alla koronumylluna og hava ruddað, flutt og málað hesi bæði árini, sum nú eru farin.

Øll hugsandi støð í okkara lívi hava vit endavent og kjekkað eftir, alt frá skuffum til kyn, til umhvørvið og listina. Fleiri hava biðið um umbering fyri at hava happað og fjøtrað onnur.

Í hesum døgum verða Disney filmar endurskoðaðir, m.a. Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir, tí at happa og nirða fólk, sum eru lág av vøkstri, er ikki í lagi.

Kirkjan slepppur heldur ikki undan. Sjónvarpsrøð vísir okkum sendingar sum eita “Trúgv til sølu”. Og eins sum ein fyritøka bíleggur sær serfrøðingar at peppa upp og broyta, soleiðis fær mann reklamuvirki at kanna fólkakirkjuna, sum tey halda verða sum ein gomul rullupylsa, sum ikki er etandi longur. Tá eg havi sæð hesar niðurstøður, so siti eg eftir við løgnari kenslu. Hvat við serstaka, stilla, friðfulla kirkjurúminum, sum er so øðrvísi frá øllum øðrum rúmum og sum flestu okkara eru tengd at, tá lívið er allarstørst og mest syrgiligt. Fara vit at marknaðarføra kirkjuna og gera hana átøka við fyritøkur úti í samfelagnum, so er henni ikki lív lagað.

Okkurt seiggið má vera við kirjuni, sum vit ikki kunnu seta á frymil og virðismeta eftir okkara fáfongdu orðum?

Kirkjuárið og vit fylgja lívsringrásini, ár koma og fara. Vit fegnast um eitt nýtt ár og ivast ikki í, at nú fer alt at verða øðrvísi ( les betri), nú fer at bera til.

Kyndilsmessa er og vit gleðast og leingjast eftir ljósinum. Vit eru nú mitt í vetrinum, har vit sum boygd spaghetti venda og benda okkum, tá ódnarveðrið ýlir um oyruni á okkum og fegnast, tá kavin bráðnar, og vit síggja í høvdið á várvøkstri, sum berjist fyri at sleppa upp.

Onki var til uttan ljós og í hesum døgum, meðan ríkmenn dusa sær í rúmdini og droyma stórar tankar, so fer risastóra teleskopið James Webb at vera sett upp, sum skal vísa okkum skapanina, hvørki meira ella minni. Vit fara at síggja aftur, tá onki var og alt var bert og oyðið, til ljósið kom.

Øll bíða vit eftir ljósinum, so ella so. Sanna Ljósið, men hvussu “upplýst” vit eru, tað er kanska ivasamt...kanska ofta átøk Duracell kaninum, sum steðga, tá løðingin er av? Og sum gloyma at løðingin er í Ljósinum?