Skriva út

Samkirkjudagar 2024 í Sandoyar prestagjaldi

22.03.2024 Tíðindi
Sandoy

Nú fara vit aftur at halda Samkirkjudagar í Føroyum, hesaferð verða dagarnir hildnir í Sandoyar prestagjaldi í døgunum frá 09. mai, sum er Kristi Himmalsferðardagur til og við sunnudagin 12.mai.

Tiltakið er ein festivalur við ymsum kristiligum innihaldi, sum verður afturvendandi 3. hvørt ár, og skal ferðast frá oyggj til oyggj, byrjað varð í Vágum 2022, nú verður farið suður til Sands. Kirkjur og samkomur luttaka við guðstænastum, møtum, framsýningum, fyrilestrum, kjakfundum, konsertum, sangi, dypping, kvirru, hugnaløtum fyri kvinnum og monnum, ungdómsmøti og einum stórum barnafagnaði.    

Samkirkjudagarnir eru eitt felags kristiligt átak, sum varpar ljós á kristindómin í landinum. Yvirskriftin til dagarnar er “Komið og síggið”, hvat vit hava at bjóða! Spurningar sum, hvat hava vit at bjóða í 2024, er kristindómurin viðkomandi í 2024, og hví er hann tað, og sera aktuellu spurningarnir sum kristindómur og vitlíki, kristindómur og list - verða lýstir og kjakast verður um ymisk evni.

Vit siga: Komið og síggið, her er nógv at síggja og hoyra og er fyri allar aldursbólkar, og nú er lagamanni at fara til Sands, koyrandi er av Viðareiði og úr Gásadali, úr Saksum og av Eiði og líka til dyrnar har tú ætlar tær í Sandoynni. Oyggin er vøkur, fólkini blíð og fyrikomandi, og tilboðini nógv og góð.

Tíðindi og skrá verða løgd á heimasíðuna www.samkirkjudagar.fo

Vegna fyrireikingarbólkin

Havstein, Inga og Marjun

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum