Skriva út
Rytmisk gudstænasta í Argja kirkju
12.09.2024 Tíðindi
Sunnudagin 15. septembur kl. 11.00 skipar Bíbliufelagið fyri rytmiskari gudstænastu í Argja kirkju.
Jógvan Fríðrikson, biskupur og forseti í Bíbliufelagnum, prædikar. Liturgar eru Derhard Jógvansson og Bergur D. Joensen, formaður í Bíbliufelagnum.
Eisini fer Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen at greiða frá arbeiðnum við nýggju bíbliutýðingini.
Kvinnubólkurin Tabitha syngur.
Høvið verður at lata eina gávu til Bíbliufelagið.
Kirkjukaffi er eftir gudstænastuna.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Onnur tíðindi