Prestur til Landssjúkrahúsið og Varðhaldið
Søkt verður eftir presti at virka í embæti við høvuðsuppgávum á Landssjúkrahúsinum og í Varðhaldinum. Talan er um eitt fulltíðarstarv til setan tann 1. februar 2024 ella so skjótt til ber.
Virkisøkið
Høvuðsuppgávurnar eru á Landssjúkrahúsinum. Haraftur hevur sjúkrahúspresturin skyldu til at gera tænastu í Varðhaldinum eftir nærri ásettum reglum.
Embætið er verkliga skipað sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi við skyldu at halda gudstænastur eftir nærri ásettum reglum.
Høvuðsuppgávur
Presturin skal vera til staðar á Landssjúkrahúsinum tríggjar yrkadagar um vikuna við fastari viðtalutíð 2 tímar um dagin.
Presturin hevur tilkallivakt dag og nátt alla ta tíð, viðkomandi ikki hevur frí ella feriu.
Endamálið við tænastuni er at hava gudstænastur, hava samrøður við sjúklingarnar, vera um avvarðandi og vera tilstaðar, tá ið vanlukkan rakar.
Tænastan í Varðhaldinum er at vera sálarhirði og veita ugga og troyst til teirra, sum sita í varðhaldi. Styttri andaktir eru eitt tilboð, ið presturin eigur at veita teimum í Varðhaldinum.
Vangamynd
Vit ynskja at komandi sjúkrahús- og varðhaldspresturin hevur virkað sum sóknarprestur í nøkur ár.
Viðkomandi royndir innan økið saman við útbúgving, ið nemur tað innara menniskja, eru ein fyrimunur.
Presturin skal duga at síggja alt menniskja, likam, sál og anda, og vera sjónligur á báðum stovnunum. Arbeiðið verður skipað í samstarvi við starvsfólk og leiðslurnar á staðnum.
Aðrir førleikar frá kristnum og manngóðum verki saman við fakligum og menniskjaligum førleikum telja væl, tá embætið verður sett.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Løn og setanarviðurskifti
Starvið er eitt tænastumannastarv, og lønin er samsvarandi semju, dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelag Føroya.
Eingin embætisbústaður er tengdur at embætinum, og fíggjarligt ískoyti verður ikki latið fyri tvørrandi bústað.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
Suðurstreymoyar vestara prestagjald kallar prestin eftir vanligari skipan fyri embætið sum sóknarprestur.
Umsóknarfreist
Umsókn við prógvum og lívrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 13. januar 2024.
Umsóknin verður send Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO- 100 Tórshavn, ella til stift@folkakirkjan.fo
Nærri upplýsingar um embætið fáast við at seta seg í samband við Jógvan Fríðriksson, biskup, á jf@folkakirkjan.fo