Skriva út

Ólavur Eysturdal virkandi sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju

21.08.2024 Tíðindi

Ólavur Eysturdal hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í eitt gott ár. 

Í heyst fer sóknarpresturin Anne Mette Greve Klemensen í lestrarfarloyvi. Í hesum sambandi hevur biskupur í samráð við avvarðandi kirkjuráð sett Ólav í starv sum virkandi sóknarprest í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi frá 1. september og árið út. Prestagjaldið fevnir um Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju.