Skriva út

Nýggjur altardúkur í Árnafjarðar kirkju

08.12.2023 Tíðindi
Altarid

1. sunnudagur í advent 2023 var sera stórur dagur fyri kirkjuliðið í Árnafjarðar kirkju, av tí at nýggjur altardúkur varð vígdur og tikin í nýtslu.

Nýggi altardúkurin, sum bleiv vígdur og tikin í nýtslu, varð byrjaður fyri meira enn 10 árum síðani, Thurid Christiansen, sum var ættað úr Árnafirði, men búði í Sandavági, vildi fegin gera - og geva kirkjuni altardúkin, men so gjørdist Thurid tíverri sjúk, og tessvegna helt Sofía Jacobsen í Sandavági áfram at brodera altardúkin, og nú hevur Paulina M. K. Eliasen á Syðradali gjørt hann lidnan.

Altardúkurin er gáva til kirkjuna.

Hesin altardúkurin er broderaður við hardangerseyming. Myndevnini eru krossur og bikar. Hetta mynstrið er mest nýtta til altardúkar í Føroyum, tí sambart skrásetingunum úr bókini Kirkjuklæði, sum kom út í 2020, vóru tá 24 tílíkir dúkar. Tó er ymiskt, hvussu hornini eru broderað í sambandi við longd av altarinum.

Elsti altardúkurin, ið er broderaður við hesum mynstrinum, er frá um leið 1900 og var í gomlu kirkjuni í Klaksvík.

Kirkjuklokkurnar kallaðu saman til gudstænastu kl. 11.00, og 34 fólk høvdu leitað sær í kirkjuna henda avbera vakra, kalda og glerstoytta sunnumorgun.

Marjun Lómaklett, prestur, vígdi nýggja altardúkin, deknur var Charlotta Thorsteinsson, klokkari var Niels Andreasen og urguleikari var Kristoffur Olsen.

Thurid Christiansen, sum eisini hevur verið deknur í Árnafjarðar kirkju andaðist hin 11. septembur 2022. Tessvegna var hetta sera stórur dagur fyri mann hennara Hergeir Christiansen, børnini, abba- og langaabbabørnini, at altardúkurin kundi latast Árnafjarðar kirkju, vígast og takast í nýtslu 1. sunnudag í advent 2023.

Orð: Marjun Lómaklett
Myndir: Marjun Lómaklett og Jana Skoradal

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum