Skriva út

Nýggj Bíbliuapp frá Føroyska Bíbliufelagnum

06.11.2024 Tíðindi
Appin Logo

Bíbliufelagið kemur nú við nýggjari Bíbliuapp. Gamla appin frá 2014 til Android telefonir er ikki longur tøk og tað er bara ein spurningur um tíð, til tað sama hendir við IOS.

Ti valdi stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið at fara undir eina tilgongd at gera eina nýggja og meira tíðarhóskandi app. Tað er fyritøkan iSolveIT ApS, við Andrasi Eliassen, ið hevur ment appina.

Í nýggju Bíbliuappini er: Dahl/Viderø Bíblian (1961), Nýggi Sáttmálin (2017), Evangeliið eftir Matteus (JH Schrøter) og frágreiðing um Bíbliufelagið v.m.

Við Bíbliuappini kanst tú velja millum bíbliutýðingarnar, lesa og leita eftir orðum ella teksti, avrita vers/tekst, lita vers/tekst og broyta skriftstødd. Hetta er fyrsta útgáva og fleiri hentleikar verða í komandi útgávum.

Nýggja Bíbliuappin er til IOS fartelefonir (iPhone og iPad) og Android fartelefonir (Samsung o.fl).

Bíbliuappin er ókeypis at taka niður og at brúka.

Leinkjur og vegleiðing til Bíbliuappina eru á www.biblia.fo

Føroyska Bíbliufelagið

 

 

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum