Skriva út

Nullloysnir

15.02.2022 Tíðindi
Armgarð.jpg

Pápi, mamma og fastir mín tosaðu rættiliga ofta um kríggið. Hvussu tað var, tá hermenninir komu, at hoyra luftalarmin, tá flogførini nærkaðust, hvussu SALT-siloin varð bumbað, um sparingar, Richs kaffi, at venda flippunum á skjúrtum og seyma frakkar um til børnini, tí pengarnir vóru smáir. Um rationeringsmerki, myrkar gardinur, so ongin sá húsið hjá tær, ótta og óvissu, men eisini um stuttleika, gleði og samanhald.

Ofta helt eg, at tað var løgið, so livandi og nær kríggið sýntist í teirra hugaheimi, men so er lætt at hugsa hjá tí, sum ikki hevur upplivað kríggj.

Vit hava nú havt eitt virus-kríggj, sum byrjaði við, at vit hildu tað vera so sera langt burtur í Wuhan, men tað gingu bert nakrar fáar vikur, so var tað í okkara gøtum og hálsum.

Klók fólk við nógvum talentum gjørdu alt fyri at bøta um støðuna og minka um óttan, royndu at avmarka hetta ósjónliga virus og finna útav, hvussu tað kundi tálmast, so vit aftur kundu ferðast fræls uttan fyri okkara matrikul.

Nú hoyra vit so aftur um kríggj, ikki ósjónligt virus, men ítøkiligt. Og vit síggja leiðandi fólk tosa og royna at finna semjur og útvegir, so kríggj ikki brestir á. Herróp sum “ongantíð kríggj aftur” eru fánað, og tað tykist sum fólk hava gloymt ræðuligu fylgjurnar av einum kríggi.

Visualisera ráðandi fólk ikki særd ella dripin børn og brotnar familjur, sorað hús og býir lagdir í oyði?

Í kirkjuni sunnudagin var teksturin um talentirnar, og at vit øll hava fingið ymiskar talentir og frían vilja í vøggugávu. Men hvussu brúka vit tær? Royna vit at fremja tað góða og forða tí illa? Eru vit semjusøkjandi?

Vit tosa um ymsar nullloysnir, mál, sum vit stremba eftir, so heimurin skal verða ein betri heimur at liva í. Ein slík nullloysn stendur uttanfyri ST bygningin, tí her er standmynd við orðunum hjá Jesajas, sum siga:

“og gera miklar tjóðir sættar, so at tær úr svørðum sínum smíða plógjørn og víngarðsknívar úr spjótum sínum; tjóð skal ikki bregða svørði móti tjóð, og eingin venja seg til orrustu meira”

Alt annað vildi verið talentleyst, ikki so?