“Nú kunnu tey, sum eru 60 ár og eldri...”
Barndómur, ungdómur og aldurdómur. Í dag eru hesi skottini ikki millum fólk, tí barndómurin er ikki, tað hann hevur verið. Børn í dag eru skjótt lítil vaksin, sum vit halda skulu skilja alt, og tey ungu sleppa ikki at vera ung, tí tey, sum ikki eru ung longur, men eru eldri, tey vilja ikki verða gomul.
Vit liva í samfelagi, har alt er stýrt av tølum. Aldur, vekt, fet, BMI, vit seta upp í stabbar og system, og vit hava tøl fyri hesum og hasum. Og mann spurdi “ikki eina damu um aldur”. Elli hevur signalerarð ov nógva tíð, onga tráan, stilli. Men so er ikki í dag, tí nú renna ættarliðini saman og hava somu áhugamál. Tilkomna ættarliðið er opið fyri tí, yngra ættarliðið lærir tey og øvugt. Og vit ganga til blóðroyndir og verða skannaði og eru takksom, tá tølini eru røtt og lívið aftur er ljóst og deiligt, og tað verður hátíðarhildið við at keypa nýggja rennibuksur ella gera góðan døgverða.
Ongin vil doyggja og ongin vil gerast gamal. Vit øtast, tá vit hoyra um japanesarar, sum náa ahøgan aldur yvir hundrað ár og hoyra at fyrsta menniskjað, sum verður 150 ár, longu er borið í heim. Hugsi: “Ok, stuttligt at verða 150 ár, um minnið er í lagi og øll tey menniskjuni, eg kenni, eisini eru á lívi, men hvat nyttar tað, um øll tey, sum eg setti í heimin, eru farin undir grønu torvu og eg “hangi eftir”, so verða hasi eyka árini sannur torturur”.
Men hvat vita vit? Tað havi eg ofta hugsað, tá eg havi verið til jarðaferð í einum av stóru kirkjunum í Havn. Har sita fólk, sum mann kennir væl og minni væl. Øll hesi fólkini, sum sita í stóra kirkjuskipinum, sum siglir gjøgnum lívið, og nøkur fara av skipinum og onnur koma umborð. Komin úr kirkjuni aftur, so eru hasir tankarnir farnir afturum, tí fiskafrikadellirnar skulu steikjast og ommbarnið skal avheintast.
Lívið er løtur, siga vit. Koronuárið hevur vent upp og niður upp á alt og øll. Tað er nú positivt at vera negativur og eitt prik er ikki longur bara eitt prik, vit skulu helst hava tvey.
Og prikini fingu tey gomlu og tey veiku fyrst, og við eitt, so skuldu tey, sum vóru 60 ár, hava prikið. Og eins og tá mann situr í fullari kirkju, so fer mann út í fulla veitsluhøll á Landssjúkrahúsinum, tí veitsla er hetta.
Og har standa so øll ílnagari kø. Vit búgva í Føroyum, so tú kennir tey flestu teirra, og raðið av fólki, sum skal prikast, buktar seg aftur og fram, so smátt um smátt kemur tú í prát við fleiri. Gamlar skúlafelagar, onkur í gamla grannalagnum, onkur sum eg næstan hevði gloymt....og mann hugsar “Mammasta, tey eru vorðin gomul”! Og varnist, tá tankin er hugsaður, at soleiðis hugsa tey eisini um meg. Frá at hava staðið saman við fleiri av hesum floksfeløgum niðri í kommunuskúlanum hjá Landslæknanum aftur í trýssunum og verið pirkað og svarað uppá, um mann fekk lýsið og svav níggju tímar um náttina, til vit standa her og aftur verða prikaði. Og eg haldi løtuna vera rættiliga hugnaliga, og tá mann so aftaná prikið skal setast eina løtu, so gongur prátið víðari.
Øll vilja vit liva, so ella so. Men vit eru kanska meiri bangin fyri at nevna sjúku og deyða við rætta orðinum, vit pakka tað inn, so tað ikki ljóðar so bonskt og kalt og fáa soleiðis kanska eina avbronglaða fatan av, at lívið er ein gáva og tað einasta, vit hava til felags, er at øll skulu einaferð av verðini.
Og Guð, hvar er hann, tá lívið er av? Vit vilja so fegin skilja alt, men av og á, so síggja vit í brotum ella pørtum og verða sannførd. Kristnin sigur, at hetta er Heilagi Andin, sum virkar. Heilagi Andin fær tað fram, sum annars er fjalt fyri okkum og ger tað livandi.
Í góðveðrinum var eg ein túr við vaksnari ommudóttir. Aftaná cafévitjan gingu vit framvið Havnar kirkju, har nakrir gravsteinar enn standa. Ommudóttirin las, hvat stóð á tí eina: “Fred være med dit støv”....vit brustu útúr at flenna, tí hetta var so lakoniskt og onkursvegna so satt skrivað og ikki merkt av nøkrum deyðsótta. Tað var eins og mann hoyrdi einkjuna siga: “Vit sakna teg sáran, men tú ert farin í annan heim, har eg ikki eri komin enn, men nú standa vit bara eftir við tínum dusti”.
Soleiðis kann ein koronutíð og ein sólríkur sunnudagur hjá tveimum ættarliðum verða gevandi.