Skriva út

No time to die

08.10.2021 Tíðindi
Armgarð.jpg

Summarið er farið afturum, og tað var eitt fagurt summar. Vakurt, stilt og sólin sást rættiliga ofta.

Havi ommuson í Danmark, og hann spurdi meg, hví øll skundaðu sær sum svøk útum, tá sólin skein og runnu aftur og fram við saft og pylsum og gløsum?

Mátti flenna, men segði honum, at veðrið var ikki “bara bara” í Føroyum, so tá tað eina ferð var gott, so máttu vit skunda okkum at organisera okkum í havanum og njóta løtuna, tí vit vistu ikki, nær slík góð løta kom aftur.

Flest øllum dáma summarið, eisini í yvirførdum týdningi, tá vit tosa um summarið sum partur av okkara biologiska uri, tá blóma vit sum menniskjur. Tað sigur tíðin okkum og reklamuheimurin rópar á okkum um at smyrja okkum við anti age, tí hvør vil verða gamal, hóast ongin vil doyggja?

Vit liva í serstakari tíð, mitt í einari farsótt, sum av og á ræðir okkum. Sum í fjør, tá vit hvukku við, at vit sum megna alt soleiðis máttu pakka okkum burtur eina tíð fyri ósjónligum fígginda.

Men síðani tá hava vit vant okkum við tað, hava fingið bæði prikini og gleðast aftur um frælsið at liva.

Vit kjakast um sammóðir, um markaðan barsil, um laksin, sum skal siglast ella flúgvast fram til kræsnar gómar, vit vanda okkum um útlát og vilja vera grøn, telja fet og hava ymsar fyrimyndir, sum siga og skriva bøkur um at “tora at siga nei og halda uppá sítt” og ikki fyrigykla sær og teimum ungu at alt ber til, øll kunnu ikki verða astronomar ella timburmenn.

Og heystið er her, heystið við sínum brúnu, reyðu og gulu litum. Teir skæru og ljósu summarlitirnir eru burtur og alt verður nú niðurtónað, bløðini detta av og allar blómurnar eg frøddist um, sortugrøsini, gullregnið, blóðbókin, allar staudirnar, allur vøksturin hvørvur og alt sýnist so nakið.

Heystið er eisini tíðin at siga takk, takk fyri gróður og vøkstur, sum okkum varð givin.

Í hesum døgum renna menn seg heitar og móðar eftir seyðinum, sum verður dripin og vigaður, og kvinnurnar hagreiða tað, sum ikki skal vigast. Menn seta næstan lívið í vága fyri at fara í vandamiklar skorðar eftir seyði.

Onkur sigur hetjur, menn sum eru veruligir í veruliga lívinum og sum ikki hugsa um teirra lekkurheitsfaktor, sum hetjan í Havnar Bio. James Bond!

Mong okkara hava sæð allar filmarnar um hetjuna, sum í sínum perfekt seymaða klædningi brýtur allar fersðlulógir, hann er sorgleysur og lætt og elegant sleppur hann sær av við fíggindar, nakað eftirspæl við sálarkvøl ella iðran sæst ikki. Kvinnurnar fella á strípu fyri hesum manninum, sum kennir sítt virði og ikki brúkar tíð at diskutera vaskiprogramm ella um skulu vit eta hakkikjøt ella upphitað. Óspiltur av kvinnuhond og tíðarinnar ráki, sigur onkur.

Hann livir her og nú “live and let die”!

Men, sum danir siga, “når fanden er gammel, går han í kloster”, so kanska sjálvt hetjan og ímyndin Bond ikki longur er ein dinosaurur, men eisini bleytur og til at tosa við.

Og tað, sum ikki henda kundi, hendir í hesum heystardøgum, vit heysta totalt fame, tí brot í fiminum eru tikin upp á okkara oyggjum og spenningur er at síggja brotini og vita, hvat rullitekstirnir siga. Hava tey yviri í USA minst til okkum herheima, sum ofta og tíðum liva als meiri vandamikið enn Bond sjálvur, og sett nøvnini á rullitekstirnar. Jú, King of Kallsoy!

Og kristiliga tosað verður spennandi tá heystið er farið og várið kemur, hvør tá stendur á mínum rulliteksti ella á hvørjum rulliteksti eg standi á.