Skriva út

Minningargudstænasta í Hvalbiar kirkju í sambandi við at 100 ár eru liðin síðani at General Gordon gekk burtur

21.02.2024 Tíðindi
Dsc00642.jpg

Sunnudagin 25. februar eru júst 100 liðin, síðan sluppin General Gordon legði út frá Hvalba og ongantíð spurdist aftur. 19 mans fórust við sluppini. Av hesum vóru 11 mans úr Hvalba. Í tí sambandi verður ein minningargudstænasta hildin í Hvalbiar kirkju, á 100-ára degnum, sunnudagin 25. Februar kl. 12.30.

Undir gudstænastuni verða nøvnini á teimum, sum sjólótust við General Gordon lisin upp.

Ein grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hendingina verður lisin, og ein stutt andakt verður hildin.

Mansbólkurin úr Hvalba-Tvøroyri luttekur við sangi.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum