Mikudagin fara børn í Føroyum í skúla
Fyrsti skúladagur er ein dagur, tey flestu minnast alt teirra lív.
Vit hava lært og royna at leggja víðari í okkara børn, hvussu alstóran týdning skúlin hevur, at tað er sera týdningarmikið arbeiði at vera lærari. Vit keypa skúlatasku og penalarahús, sum barnið ynskir sær, nýggj klæðir til fyrsta skúladag og fleiri royna at gera tað til sannan veitsludag. Tað er ein stórur dagur.
Vit siga, at ongin munur er á kynunum, øll hava eins rætt. Heimurin liggur víðopin, og alt ber til, ynsk tær, hvat tú vilt og tú fært tað.
Korona er við at pakka saman og vit draga andan lættari, gleða okkum at sleppa at ferðast út í heim við vaccinu og koronupassi, burtur er stúran - samfelagið og vit øll vóru samhaldsføst og aktaðu og stóðu saman, siga tey.
Vit liva trygt og gott, finnast at onkrari fløskuautomat ella langari bilkø, um ferðsluljós Norður um Fjall, spekulera um vit skulu til Burn ella dippa, virðismeta pástandin, at um tú ynskir at vera pianistur ella vinna gull í OL, so ber tað til. Vit curla og tyrla barnið og gera, hvat vit kunnu, so vit rudda slóð fyri barninum. Læra barnið at siga frá, at ongin skal fara um tíni mørk, at ansa eftir ferðsluni og eta føðsluríkan mat.
Vit taka atlit til onnur, virða og ansa eftir, hvussu vit tosa, eru opin og tolsom. Burtur er mamman, sum var heima hvønn dag, sum bakaði og stokti og seviseraði mann og børn, sum ikki kendi til orðini um “me time” ella tveysemi við makanum ella “hvussu lesur tú meg”.
Tíðir broytast og aðrar koma. Ongir leiklutir eru longur lagdir til rættis, sum gentir og dreingir skulu í. Bæði kynini eru javnt stillaði, og vit eru farin frá tí siðbundna familjumynstrinum til nógvar aðrar hættir. Vit loyva okkum at kenna eftir, at tosa um kenslur, vit skriva okkara sálarstøðu á almennum pallum, menn loyva sær at gráta, bæði tá teir verða pápar ella vinna dystir. So samanum, vit liva í einum sera góðum landi, har vit lovprísa orðingini “at eg eri ikki samd í tí, sum tú sigur, men eg vil til mín doyggjandi dag verja tín rætt til at siga tað ”, vit kenna og virðismeta orð sum demokrati og frælsi og vita, at megi er í blýantinum.
Og soleiðis sita vit í okkara gerandisdegi við okkara caffé latte og tjakast um “Pagten”, meðan fjølmiðlarnir vísa okkum land, har kvinnukynið skal pakkast burtur og inn í myrkan køk. Gentur skulu ikki í skúla. Vitan og skúlaskapur er vandamikil. Gentan skal fjalast, meðan drongurin ger sum hann vil, næstan.
Og vit øtast og minnast á aðrar hendingar aftaná krígslok, hvussu fólkið fegnaðist um broyttar støður, til hesa í Afghanistan, har øll skriv og prógv, sum siga at tú sum kvinna hevur gingið á lærdum háskúla verða brend, øll sum hava sagt frá, eru í vanda. Kvinnur, sum hava fingið útbúgving og hava arbeitt uttanfyri heimið, skulu siga gamla lívinum farvæl og feysa nýggjan dag, har tær einki hava at skulu sagt.
Mikudagin fara ongar gentur í skúla í Afghanistan....