Kvøða millum 13. og 20. dag jóla!
Um ársskiftið er tað siðvenja at hyggja afturá og líta frameftir. Tað er gagnligt at meta um støðuna og gera sær nakrar tankar. Sum í tí almenna og privata, svá í fólkakirkjuni. Afturlítandi er so nógv at gleðast um, og framtíðin er í Guðs hondum.
Grundvøllurin
Grundvøllurin hjá fólkakirkjuni er, svá hann altíð hevur verið: Hin Heilaga Bíblian og játtanarrit fólkakirkjunar.
Guðs orð er várt arvagóðs, tann arv vit bestan fingu, svá Jákup Dahl og Grundtvig syngja.
Tað er vára bøn, at tað framhaldandi ber á sama borðið. Uttan mun til hvussu fer, “lat, meðan verøld er, tað fólks várs arvur vera.”
Persónlig tøkk
Biskupur takkar kirkjuráðunum og kirkjunnar tænastufólkum fyri eitt gott arbeiði í 2024. Tað er ein frægd at vera vitni til, at tann staðbundna kirkjan hevur tað gott. At kirkjan livir saman við fólkinum í gleði og sorg.
Vituligt er, at fleiri og fleiri kirkjur úti á oyggj og úti á bygd hava eina avbjóðing, tí fólkatalið í kirkjusóknini støðugt minkar.
So mikið størri er tøkkin, at kirkjudyrnar í teimum smærru kirkjunum eru opnar til gudstænastu av og á og rímiliga regluliga. Takk fyri tænastuna og trúfesti.
Prestar og leikfólk
Hugaligt er at staðfesta, at fólkakirkjan fær sett við, so hvørt sum ein tænari leggur frá sær. Hetta er galdandi fyri prestar, tá ið farið verður frá, og aðrir koma í embætið. Hetta er galdandi fyri tænastufólkini, ið gera eitt gott og sjálvboðið arbeiði.
Vit samanbera okkum javnan við grannalondini, har kirkjuligu viðurskiftini líkjast okkara heimligu skipan. Tað hevur verið eitt óskrivað mál, at tað vælvirkandi arbeiðið, ið eyðkennur fólkakirkjuna í Norðurlondum, onkursvegna skal koma til sjóndar hjá okkum á einum rímiligum støði.
Eitt øki har grannalondini tykjast fremri enn vit í heimligu fólkakirkjuni, er tað sosiala økið. Hjálpararbeiði og manngott arbeiði eiga vit í fólkakirkjuni at raðfesta hægri.
Hinvegin er tað heimliga jørðildið øðrvísi, tí vit í Føroyum hava nakað av sosialum arbeiði, ið missiónin og fríkirkjurnar standa fyri. Møguliga er tað skilagott, at fólkakirkjan eisini í komandi tíðum eftir førimuni stuðlar hesum arbeiðum, heldur enn at vit gera tað sama sum tey.
Heimligir fyrimunir
Men fólkakirkjan í Føroyum hevur eyðsýndar fyrimunir í mun til londini rundanum okkum. Vit hava ikki mangul uppá umsøkjarar til embætini sum prestur.
Hini Norðurlondini stríðast við at fáa nóg mikið av umsøkjarum og koma ikki á mál. Tey hava tess vegna í ávísan mun lækka krøvini til tann fakliga førleikan hjá prestunum. So okkurt hevur tann samlaða heimliga skipanin gjørt rætt.
Vit fáa enn fólk at taka sæti í kirkjuráðunum. At taka sæti í einum kirkjuráði er ein ábyrgdarfullur sessur, ið gevur almikið av sjálvbodnum arbeiðstímum.
Vit fáa enn fólk í tað týðandi og bundnu tænastuna, sum tað er at vera kirkjutænari. Hetta er bulurin í fólkakirkjuni.
Vit fáa enn fólk til tær praktisku og verkligu tænasturnar, sum tað er at halda kirkjurnar heitar, fjálgar og reinar.
Einki er ein sjálvfylgja, og tænastufólk kirkjunnar eru gull verd.
Tøkkin størri enn avbjóðingin
Eyðvitað hevur føroyska fólkakirkjan sínar avbjóðingar á so mongum øki. Fólkaræðið er gott, og tað letur upp fyri, at nógvar mótstríðandi meiningar kunnu vera um sama mál.
Tey kendu frælsini – frælsi at hugsa, tala og skriva – eru sjálvsøgd í fólkakirkjuni. Mær tykir, at samvitskufrælsi er tað evsta og skapandi frælsið.
Talufrælsið gevur øllum møguleikan at koma til orðanna. Fólkaræðið gevur øllum møguleikan at gera seg galdandi.
Men, tað er tann verkliga skipanin, ið byggir á løgtingslógir og almennar reglugerðir, sum sigur frá, hvussu vit loysa mál úr lagdi og skapa úrslit, bæði við atliti at andaligum verki, dagføring av gomlum kirkjum og nýbygging.
Mannagongdin er okkum fyriskrivað av landsins lóggevandi myndugleikum.
Biskupur er takksamur, hóast vit viðhvørt tøva í somu málum í ov drúgva tíð.
Jógvan Fríðriksson