Kvinnudagur
Sannast má, at vit liva í góðum landi við nogvum ágóðum, sum møður og ommur undan okkum hava vunnið okkum. Vit eru tilvitað um okkara kyn, um mismun og javnstøðu. Barsil og somu løn, onki er kvinnustarv burturav, munurin er horvin, siga vit.
Sig, hvat tú vilt hava, og tú fært tað. Vit hava ræðið á okkum, okkara kroppi og okkara fíggjarstøðu. Vit eru komin forbí tíðina at hava ein forsyrgjara ella at maður skuldi fylgja mær heim. Ikki er neyðugt at snodda seg til hitt kynið ella spæla romantiskur, tú kanst fara á virtuellar pallar og har scrolla teg til persónin, tú ynskir tær.
Kríggið millum kynini er ikki tað sama longur, tennirnar eru trektar út, og vit hava sannað, at vit mugu tosa okkum til sættis og rættis. Rúmligar og heitar kenslur fáa okkum at gera tað ítarsta fyri hin.
Vit vilja hava kynskvotur og gera neyvt upp, hvussu nógvar kvinnur og menn eru til onkra nevnd ella umboðan, men eiga tó ikki detta í grøvina, at vit verða valdar eftir okkara kyni heldur enn eftir okkara førleika.
Mamma, pápi og børn er ikki endaliga devisan í dag, nú ymiskir kynssamleikar gera familjurnar fjølbroyttar.
Menn sum hildu, at kvinnur skuldu tiga í kirkjuni, eru meiri at sær komnir og siga sum Axel Tórgarð eina ferð segði við einum skálkabrosi “at tað var ikki endiliga tað, at tær skuldu tiga í samkomuhøpi, men heldur tað, at tá tær sóu hinar kvinnurnar undir guðstænastuni, so tosaðu tær so hart um menn og steiktar høsnarungar og barnsburð, at tað órógvaði mennirnar.”
Vit siga minst til, at hetta og hatta krevur samtykki, far væl um hini, ikki er loyvt at sláa og “hóast eg ikki eru samd við tær í tí, sum tú sigur, so vil eg berjast til mín doyggjandi dag, so at tú skalt sleppa at hava tína meining”.
Og ja, tað kemur onnur synergi inn, tá bæði kynini arbeiða saman, tí soleiðis eigur at vera. Kynini komplementera hvørt annað.
Og eg fegnaðist, tá eg sá, at fløggini í morgun vóru vundin í húnar hátt, tí eg eri glað og takksom fyri at búgva júst her við øllum okkara møguleikum og vunnum rættindum.
Burtur er avgamli setningurin til bangna barnið: ”Bíða bara til pápi tín kemur heim”, burtur eru hóttanir ella vanvirðingin fyri lítla barninum, sum eitt fullgott menniskja, og í staðin hava vit virðing fyri hvørjum øðrum á øllum økjum. Burtur er hugsunarhátturin “at hóast maðurin er heilaserlækni, so dugir hann ikki at kóka epli”. Og hugburðurin: ”Lat big mammu koma at hjálpa” og maðurin soleiðis verður taldur við sum eitt av børnunum, og sleppur ikki longur at keypa sínar egnu hosur. Vit eru mýkt og halda, at vit liva í siviliseraðum landi, har vit kenna okkara rættindi, men eisini okkara mørk, so vit ikki gera okkum inn á onnur.
Er kvinnustríðið nú av? Er alt søtur harmoniur og friður, tí eg nú kenni meg trygga og veit, eg havi fult virði?
Lætt og skjótt er at gloyma og seta seg afturá og siga “hvat skulu vit so nú? Spæla? Vit hava onki meiri at stríðast fyri!“ Hevur kvinnustríðið so totalt sett meg í fokus, so eg ikki síggi útyvir mína nøs og bara inn í mín nalva, sum er myrkur og koyrir í ring?
Haldi ikki kvinnuliga súrdeiggið er komið gjøgnum alt deiggið, tí í hesum døgum síggja og hoyra vit um Ukreina, so vit næstan ikki orka at síggja og hoyra meira. Vit verða ávirkaði og gerast stúrin, fara at leggja jod tablettir inn undir okkum og ræðast æviga veturin. Familjur eru skræddar sundur, menn fáa byrsu í hond og kvinnur fara berandi og leiðandi við teirra børnum inn í óvissuna, til onnur lond, undan kúlunum og eldinum.
Og her heima í dag, hvat fara kvinnur at gera? Á virðiliga Føroya Fólkaháskúla verða kvinnur bodnar at koma at banna! Meini so við, hugsa tær ukreinsku kvinnurnar, sum vissuliga eru í helviti, tær síggja ikki bara ein fana, men nógvar fanar, tey merkja óndskapin, blóðið flýtur, tey gráta í ómegd, tær eru har, har sum okkara bannan og blótan ikki bert eru orð, men veruleikin, har pipra tær við teirra grátandi børnum.
At banna er, tá mann ikki longur fær argumentera, tá mann er við at øsa seg og má tríva í ein bøllutan. Ístaðin fyri at banna kundi mann gjørt so nógv annað í okkara so korrektu verð, t.d. hugsa um kvinnur og børn, sum bøna og biðja.
Har er ongin illusión, men tann harði og óndi veruleikin. Okkurt meiri konstruktivt vildi eg hildið, at føroyskar kvinnur kundu fingið eitt kvøld at gingið við, heldur enn at gnisa, sum tá óvitar siga nakrar illbønir.
Trúarjáttanin í øllum kirkjum kring allan heimin sigur:
“Eg avnokti djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans, og eg trúgvi á Guð faðir, skapara himmals og jarðar”.
Ilt at skilja, hví mann skal rópa á tað destruktiva, tá mann kann velja tað konstruktiva?
Hann náði tú meg, sigi eg bara!