Kunna um nýggja kirkju
Mikukvøldið 22. januar klokkan 19 verður kunnandi fundur í Glyvra kirkju um nýggju kirkjuna, sum er í umbúna á Glyvrum og væntandi skal standa liðug í 2027.
Við á fundinum verða arkitektar, ið koma at greiða frá verkætlanini og vísa myndir av nýggju kirkjuni. Eitt modell av henni stendur longu í kirkjurúminum á Glyvrum, men við árunum eru ymsar broytingar gjørdar, so nú fæst at síggja, hvussu ætlanin sær út, beint áðrenn farið verður í hilt við at fullføra hana.
– Broytingar hava eisini verið á øðrum økjum, tí prísvøksturin hevur verið øgiligur tey seinnu árini, og tí er verkætlanin nógv vaksin, tá ið talan er um kostnaðin. Nú nærkast vit teimum 100 milliónum krónunum, sigur Bogi Olsen, kirkjuráðsformaður á Glyvrum.
– Men vit eru til reiðar at fara í gongd, tí vit hava fingið til vega okkara part av kostnaðinum, sum er ein triðingur, og so er tað upp til landsins myndugleikar og stiftsstjórnina at hjálpa okkum við restini. Nú vóna vit, at farast kann undir at byggja kirkjuna í ár og at hon so vónandi stendur liðug einaferð í 2027.
15 uppskot komu inn
Nýggja kirkjan á Glyvrum er sprottin úr eini arkitektakapping, ið kirkjuráðið skrivaði út í 2007. Ikki færri enn 15 ymisk uppskot komu inn, og ein dómsnevnd valdi uppskotið frá Árna Winther, arkitekti, at vera vinnara av kappingini, og síðani hevur verið arbeitt víðari við tí. Nú er Árni Winther partur av SNA, Selmar Nielsen Arkitektar, so tað er har, strikurnar nú verða settar.
– Tað var ein stórur lætti fyri kirkjufólkið á Glyvrum, tá ið vit fyrsta sunnudag í advent hoyrdu prest kunngera, at byggiloyvi var komið ígjøgnum. Hetta merkir jú, at vit endiliga kunnu koma víðari við hesum, ið tosað hevur verið um í so mong ár, sigur Bogi Olsen.
– Til høgtíðsdagar, jarðarferðir og onnur størri tiltøk er Glyvra kirkja ov lítil, tí tá ið vit eru 450 fólk í henni, er øgiliga trongligt. Tí hava vit í mong ár merkt tørvin á meira plássi og eini nýggjari kirkju. Nú fáa vit so eina nýggja kirkju, ið vónandi tekur útivið 700 fólk, ið skuldi verið tað, tørvur er á nú.
Bæði intim og fjálg
Nýggja kirkjan á Glyvrum skal avloysa ta gomlu, sum er frá 1927, men var bygd út og endurvígd í 1981, tá ið hon gjørdist eitt sindur longri og fekk eyðkendu neystareisingina, soleiðis sum J.P. Gregoriussen, arkitektur, hevði teknað tað.
– Tann nýggja kirkjan kemur at hava eitt einfalt snið, ið hóskar væl inn í nútíðina, og tað verður stórur munur á, hvussu tú upplivir rúmið uttanífrá og hvat tað so er fyri eitt kirkjurúm, tú kemur at uppliva inni, sigur Inga Katrin Winther, arkitektur hjá SNA, sum eisini er dóttir Árna Winther.
– Stutt sagt, so verður rúmið tveir bogaðir veggir, ið halda upp á kirkjufólkið, og so eru eisini tvey kirkjuloft, har fólk kunnu sita. Tí fer hon altíð at kennast intim og fjálg at koma í, óansæð um tað eru nógv ella fá fólk í kirkjurúminum. Eisini verður forkirkjan stór og rúmlig.
Orð: Hilmar Jan Hansen
Mynd: SNA