Skriva út

Kristianna Winther Poulsen: Kirkjustova er nú okkara heim!

03.10.2024 Tíðindi
Kirkjuhúsið Vígt 1 (1)

Tala tá ið Kirkjustovu, Arnes Minde, var vígd sunnudagin 29. september 2024

“Heima” er so hjartaligt eitt orð

Heima er tó altíð best at vera;

Hvar á foldum falla míni spor,

Heimið eg í huga tó man bera.

Hetta vakra ørindi er úr einari yrking hjá Símuni av Skarði og lýsir væl kensluna “at vera heima”.

Hvat merkir so “at vera heima” í orðsins týdningi?

Orðið “heima” verður skilmarkað: “heim” er eitt stað, har menniskju búgva ella halda til, og har familja savnast, og har ognir teirra eru.”

“Heimið” kann symbolisera: heimsins miðpunkt, paradís, tryggleika, mentan, normar, familja, móðurland, og annað”.

Vit ØLL, ja eg sigi ØLL, tí vit eiga hana øll, hava í Kirkjustovu fingið eitt stað, sum vit kunnu nevna “okkara”, og hóast eingin okkara fara at seta búgv í Kirkjustovu, so fara vit at halda til her. 

Eg vænti neyvan, at Kirkjustova fer at kennast sum “heimsins miðpunkt ella paradís”, men tað er mín vón, at vit øll fara at KENNA OKKUM “HEIMA” her, og at samveran fer at vera eyðkend av tryggleika og tolsemi, og at vit øll somul fara at kenna okkum vælkomin.

Við Kirkjustovu hava vit loksins fingið eini hús, eitt stað “ AT VERA HEIMA”, har kirkjukaffi verður, har smákonfirmantar og konfirmantar fáa undirvísing, har tónar og barnarøddir klinga saman tá vøggusangur er, har vit kunnu kjakast, har vit kunnu viðgera bókmentir, har prestarnir hava fingið skrivstovu, og vit kunnu koma á gátt at tosa við prest, tá vit hava tørv á tí, eins og rúm verður fyri tiltøkum av øllum handa slagi, har bert hugflogið setir mørk. Tit eru hjartaliga vælkomin at koma við uppskotum til tiltøk, sum vit kunnu hava her.

Stóra arbeiðið at umvæla Kirkjustovu hevur tikið rúma tíð, og nógv fólk hava havt sína dagligu gongd her. Eg skal vegna Kirkjuráðið við Havnar Kirkju, takka tykkum øllum, sum hava havt ein leiklut í arbeiðinum, so hjartaliga fyri tykkara ídni og arbeiðssemi.

Ein serstøk tøkk til Bátafelagið: tit hava verið so beinasom øll hesi árini, og hava hýst okkum til kirkjuráðfundir, kirkjukaffi og annað. Tit søgdu frá fyrsta degi, at vit kundu brúka tykkara hølið sum okkum lysti og kenna okkum sum heima. Stóra tøkk fyri tað!!!

Vit takka tykkum grannum og øðrum, sum eru í grannalagnum dagliga, hjartaliga fyri tykkara tolsemi í sambandi við byggingina! Eisini takka vit Tórshavnar Kommunu fyri stuðul og samstarv.

Tey, sum hava ráðgivið okkum, eru:

Arkitektar 99, HVS-ráðgeving (Álvur Áarstein), EL-ráðgeving (Viggo Akraberg Hansen). LBF (berandi konstruktiónir), SMJ (brunaviðgerð)

Valbjørn Dalsgarð hevur staðið fyri arbeiðinum; undirveitarar hava verið: Install (el), Múrari Severin Niclasen, HVS-tænastan, málari Signar á Fríðufløtum.

Byggjuleiðsluni stóð Sp/f. LON við Peter Ritter fyri.

At enda vilja vit, ikki minst, takka “bygginevndini” í kirkjuráðnum: Elsa Johanna Høgenni, Kjartani Egholm og Una Næs fyri tykkara áhaldandi ídni, nærlagni og treiskni í sambandi við umvælingina av Kirkjustovu!

GÓÐU TIT ØLL: HJARTALIG TIL LUKKU VIÐ KIRKJUSTOVU, ARNES MINDE, OG LATUM OKKUM Í FELAG ANSA VÆL EFTIR HENNI.

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í kirkjuráðnum

Myndir: Jens Kr. Vang