Skriva út

Kjatta við ein prest á sálarrøkt.fo

20.02.2024 Tíðindi
Red Jae Park 9 Saflgwfda Unsplash

Fólkakirkjan fer í dag undir nýtt tilboð, har bjóðað verður sálarrøkt sum kjatt samrøða á netinum.
Nýggja heimasíðan www.sálarrøkt.fo veitir møguleika fyri lættari atgongd til eina kjatt samrøðu við ein prest, navnleyst og í trúnaði.

Sálarrøkt merkir "at røkja sálina", og fólkakirkjan hevur altíð veitt møguleika fyri samrøðu við prest. Men tilboðið um at veita samrøðu sum kjatt á netinum er eitt nýbrot, og ein liður í at fáa føroysku fólkakirkjuna enn nærri borgarunum.

Tilboðið er ókeypis og kunnu øll, uttan mun til kyn, aldur og trúgv kjatta við ein prest. Til ber at tosa um júst tað, sum ein hevur tørv á, og presturin kann lurta, troysta og bera byrðar saman við tí einstaka menniskjanum.

Samrøðurnar fara fram í trúnaði, har báðir partar eru navnleysir. Tað ger samrøðurúmið fordómaleyst í tann mun at kyn, aldur og útsjónd ikki ávirka samrøðuna. Navnaloysið kann gera tað lættari at tosa um evnir, sum ein møguliga ikki hevur dirvi at tosa um annars.

Tað er Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum hevur ynskt at fáa verksett tilboðið frá fólkakirkjuni um sálarrøkt sum kjattsamrøða á netinum.

Tilboðið finst á www.sálarrøkt.fo ella www.salarrokt.fo. Prestur er klárur at kjatta týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 19.00 til 22.00. 

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum