Kirkjuráðsval verður 4. november 2025

Fólkakirkjan er í sínum bygnaði fólkaræðisliga skipað. Fjórða hvørt ár er val. Ein nýggj seta byrjar fyrsta sunnudag í advent í valárinum.
Valdagurin er í lógarverki kirkjunnar ásettur til fyrsta týsdag í november mánaði.
Tað er formliga álagt biskupi at kunna um valið og at hava ábyrgd av valinum. Verkliga er tað umsitingin hjá Føroya Stiftsstjórn, ið tekur sær av teimum yvirskipaðu og praktisku viðurskiftunum, ið eru tengd at valinum.
Kirkjuráðið hevur fjølbroyttar og spennandi uppgávur at røkja. Komandi mánaðirnar verða nakrir tættir umrøddir á heimasíðuni. Á hesum sinni verður einans formliga boðað frá, at val verður 4. november 2025.
Í løgtingslógini um kirkjuráð síggja vit longu í §1, at kirkjuráðið hevur bæði andalig og verklig atlit at taka:
- Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðinum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.
- Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjarviðurskiftunum og av fyrisitingini hjá staðbundnu kirkjuni.
Jógvan Fríðriksson, biskupur